114
av einglum Guds segði mær tað í gjár. Eingilin segði eisini, at vit fara at
stranda á einari oyggj.“
Teir róku í Miðalhavinum í nógvar dagar, áðrenn teir nærkaðust
landi. Tá rendi báturin á eitt sker og sakk. Har var djúpt, og øll máttu
leypa í havið. Onkur svam inn móti strondini, onnur hildu fast í bjálkar
og onnur vrakpettir. Oyggin, teir vóru komnir til, var Malta. Fólkið á
Malta frøddust yvir hesar forkunnugu gestirnar. Tey vóru blíð, og tóku
væl í móti teimum.
Tá ið teir høvdu verið har eina tíð, ferðaðust teir víðari við einum
øðrum skipi. At enda kom Paulus til Róm. Hann var fangi hjá rómverska
yvirvaldinum, tó fekk hann loyvi at búgva í einum vanligum húsum
saman við einum hermanni, sum skuldi ansa eftir honum. Vakt varð
hildin yvir honum bæði dag og nátt. Í tvey ár var hann her og bíðaði
eftir, at keisarin skuldi senda boð eftir honum. Hesa tíðina prædikaði
Paulus. Her skrivaði hann eisini brøv til vinir sínar, sum búðu í øðrum
londum.
Prát
• Hvar skuldi Paulus?
• Hvussu man vera at vera á vandasjógvi?
• Titanic – fólkið sang/lovsongur
• Paulus uggar manningina, hvussu?
• Hvussu kunnu vit ugga hvønn annan í neyðstøðu?
Uppskot
Lærarin lesur brotið um Paulus og ormin. Tosað kann vera um, hví
fólkið á oynni fekk álit á Paulusi.
Paulus og ormurin
– Ápostlasøgan 28
Tá ið Paulus og menn hansara vóru bjargaðir, fingu teir at vita, at
oyggin, teir vóru á, æt Malta. Fólkið á oynni tóku væl ímóti teimum.
Ein dagin kyndu tey bál, tí at tað regnaði og var kalt. Paulus savnaði
eina rúgvu av turrum greinum saman at leggja á bálið. Tá skreið ein
ormur út undan greinunum og beit seg fastan í hond hansara. Tá ið
fólkið sá ormin hanga í hondini á honum, søgdu tey: „Óivað er hasin
maðurin manndrápari, sum nú eigur at doyggja, sjálvt um hann varð
bjargaður á havinum.“ Men Paulus risti ormin av sær í eldin og hevði
einki mein av bitinum.
Fólkið væntaði, at Paulus fór at doyggja, men tá ið ein tíð var fráliðin,
og als einki hendi, skiltu tey, at Paulus ikki hevði fingið mein av orma
eitrinum. Tá hildu mong, at hann mundi vera ein gudur.