116
Brøv Paulusar
37. tími
Vert at vita
Nýggja testamenti hevur 27 ymiskar bøkur og brøv. Av hesum standa
13 brøv í Paulusar navni. Kjak er um, Paulus hevur skrivað øll hesi
brøvini, tí tá í tíðini var vanligt at skriva tekstir í navninum á persón
inum, sum var íblásturin til tekstin. Vit hava valt at greiða frá brøv
unum soleiðis, sum kristna siðvenjan lýsir tey.
Rómverjabrævið
Bræv Paulusar ápostuls til rómverja er skrivað umleið ár 55-59 e.Kr. Um
hetta mundið hevur Paulus ikki verið í Róm, men hevði bert hoyrt um
kirkjuliðini har. Hann hevði ætlanir um at fara har seinni. Paulus var
jødi, men hevði eisini rómverskan ríkisborgararætt. Eftir hendingina á
veg til Damaskus brúkti Paulus sítt lív at vitna um Gud og um, hvat
Jesus hevði gjørt fyri mannaættina.
Á Paulusar tíð var Róm ein mætur býur. Limirnir í kirkjuliðinum vóru
fyri tað mesta heidningakristin. Hildið verður, at sambandið millum
jødar og heidningakristin hevur verið kølið. Hetta roynir Paulus at bøta
um.
Rómverjabrævið er skrivað sum grundleggjandi trúarlæra. Í brævinum
greiðir Paulus rómverjum frá, hvat hann fer at tala við teir um, tá hann
kemur at vitja kirkjuliðið.
Rómverjabrævið hevði stóra ávirkan á Luther, sum hevði avgerandi
týdning fyri trúbótina.
Paulus