117
1. og 2. Korintbræv
Korint var rómverskt hjáland, ein havnabýur, sum savnaði nógv ymisk
fólk. Í rómversku tíðini var býurin tiltikin fyri illskap. Fólk kundu renna
undan teirra ógerningum uttan at verða dømd. Samstundis var býurin
miðdepilin fyri dyrkan av ymiskum gudum. Paulus nevnir í brævinum
til korintmanna (1,8), at korintmenn høvdu nógvar gudar og harrar.
Tey f lestu í kirkjuliðinum í Korint vóru handverkarar, arbeiðarar ella
frælsir trælir. Paulus skrivaði tvey brøv til kirkjuliðið í Korint. Paulus
kendi væl býin og kirkjufólkið. Hann hevði búð har í hálvtannað ár.
Nógv ymisk fólkasløg búðu í býnum. Hetta sást aftur í siðvenju, mentan
og livihátti í Korint. Tey nýggju kristnu høvdu trupult at liva eftir
kristnu læruni í hesum margmentaða býnum, tí vegleiddi og áminnti
Paulus tey í sínum brøvum. Hóast Paulus hevði at teimum fyri nógvan
ólevnað, so finna vit eisini eina tað mest kendu lýsingina av kærleika í
1. Kor 13.
Galatarabrævið
Brævið er stílað til kristna kirkjuliðið í Galatia. Nakrir limir í kirkju
liðnum hildu, at tað var neyðugt fyri heidningakristin og jødar at halda
móselógina og til dømis lata seg umskera. Paulus var ímóti hesum og
helt fast við, at menniskjuni bert kunnu fáa frelsu og fyrigeving fyri
syndir sínar við Jesu deyða og uppreisn og ikki við egnum lógargerning
um. Paulus skrivar í Galatarabrævið 2,16: „Men tá ið vit vita, at maður
ikki verður rættvísgjørdur av lógargerningum, men eina við trúgv á
Jesus Krist, so hava eisini vit trúð á Krist Jesus, fyri at vit kundu verða
rættvísgjørdir av trúgv á Krist og ikki av lógargerningum; tí at av lógar
gerningum verður einki hold rættvísgjørt.“
Efesusbrævið
Um Paulus hevur skriva Efesusbrævið, so er brævið skrivað, meðan
Paulus sat í fangahúsi í Róm. Eitt tempul var í Efesus, har Artemis, varð
tilbiðin. Tað hevði stóran týdning fyri nógvar handverkarar, at hendan
gudinnan varð tilbiðin, tí teir livdu av at selja minnislutir, sigursteinar
og smámyndir av gudinnuni og hennara halgidómi. Kristinboðanin
elvdi til vreiði og uppreistur móti Paulusi og kristnu trúnni (Ápostla
søgan 19). Virkin missión var í Efesus, og kirkjuliðið var í vøkstri.
Paulus lærdi fólkið í Efesus, hvussu tey skuldu liva sum kristin. Paulus
hevði hoyrt, at vranglæra var útbreitt aðrastaðni, og ávaraði kirkuliðið í
Efesus um hetta. Efesusbrævið er soleiðis ein vegleiðing til kirkjuliðið,
og stórur dentur verður lagdur á, at upphevja Kristus og at undirvísa í
kristnari siðalæru.
Filippibrævið
Brævið er skrivað til Filippimenn, meðan Paulus sat fangi í Róm, ella
sum onnur halda í Efesus.