Page 120 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
118
Filippi var undir rómverskum valdi. Mangir embætismenn og hermenn
búsettust í býnum, men millum íbúgvararnar vóru eisini tilf lytarar úr
Italia.
Filippi var tann fyrsti býurin í Evropa, sum fekk eitt kristi kirkjulið,
stovnað av Paulusi. Kirkjuliðið var í høvuðsheitum sett saman av heidn­
inga­kristnum. Peningurin var ikki nógvur, men tey vóru sterk í trúnni
og stuðlaðu Paulusi. Tey høvdu eitt gott samband við hann. Hildið
verður, at Paulus hevur vitjað kirkjuliðið f leiri ferðir.
Í Filippibrævinum áminnir Paulus kirkjuliðið, men tað týdnigarmesta í
brævinum er gleði og felagsskapur.
Kolossubrævið
Kolossu var ein lítil býur eystan fyri Efesus. Tey vóru fallin til vrang­
læru. Tey hildu, at tey kundu fáa frelsu við at halda lógirnar heldur enn
at leggja seg eftir at líkjast Kristusi. Brævið áminnir og upp­muntrar
fólki í Kolossu.
Tí er skrivað: „Av tí at tit tá eru uppreistir saman við Kristi, tá tráið
eftir tí, sum er fyri oman, har sum Kristus situr við høgru hond Guðs.
Stundið á tað, sum er fyri oman, ikki á tað, sum er á jørðini! Tí at tit eru
deyðir, og lív tykkara er fjalt við Kristi í Guði. Tá ið Kristus, lív okkara,
verður opinberaður, tá skulu eisini tit verða opinberaðir við honum í
dýrd.“ Kolossubrævið 3,1-3
1. Tessalónikubræv
Tessalónika var ein kendur havnarbýur og høvuðsstaður í róm­verska
lands­partinum Makedónia. Hesin múgvandi býur lá við Via Egnatia,
sum var høvuðsvegurin frá Róm til landspartarnar eystanfyri. Paulus
hevði mong góð minnir úr Tessalónika. Hann búði í Tessalónika í
nakrar mánaðir og seinni, á 2. ferð síni, vitjaði hann aftur.
Paulus skrivar til kirkjuliðið, sum hann sjálvur setti á stovn í Tessa­
lónika. Sum andaligi vegleiðari teirra, sá hann nógvan ávøkst. Kirkju­
lið­ið vaks og sjálvt í atsókn, vístu tey seg sterk í trúgv, vón og kærleika.
Hann var góður við kirkjuliðið, gleddist saman við teimum og takkaði
Gudi fyri tey. Hann eggjaði teimum at búnast í trúnni, at hava kærleika
hvør til annan, og altíð at gleðast, biðja og tilbiðja.
Paulus sendi Timoteus at vitja tey og skrivaði í 1. Tessalónika 3,6-7:
„Men nú, tá ið Timoteus er komin aftur til okkara frá tykkum og hevur
borið okkum góð tíðindi um trúgv tykkara og kærleika, og um at tit
altíð hava okkum í góðum minni, og at tykkum leingist eftir at síggja
okk­um, eins og okkum leingist eftir tykkum, so hava vit, brøður, av