119
hesum fingið uggan viðvíkjandi tykkum í allari neyð og trongd okkara,
við trúgv tykkara.“
Paulus endaði brævið við at skriva um afturkomu Kristusar. Hetta gav
teimum vón og treysti at halda fram.
2. Tessalónikubræv
Vranglæra er komin inn í kirkjuliðið, og nøkur teirra eru farin at ivast.
Brævið er skrivað fyri at rætta upp tað, sum er miseydnað og eggjar
teimum kristnu at líta á tað, tey hava lært.
Í 2. Tessalónika 2, 15-17 skrivar hann: „Brøður, standið tí treystir og
haldið fast við teir lærdómar, sum tit hava lært, annaðhvørt við talu
okkara ella við brævi frá okkum! Men sjálvur harri vár, Jesus Kristus,
og Guð, faðir vár, sum elskaði okkum og gav okkum í náði æviga troyst
og góða vón, hann troysti hjørtu tykkara og styrki tykkum í einum og
hvørjum góðum verki og orði!“
1. Timoteusarbræv
Paulus skrivaði hetta brævið til unga Timoteus. Timoteus var andaligur
leiðari í kirkjuliðnum í Efesus, sum var ein ógvuliga stór uppgáva. Fleiri
vóru farin aðrar leiðir og høvdu gjørt sær sína egnu læru. Paulus skriva
serliga fyri at áminna og eggja Timoteusi í at vera fyrimynd fyri fólkið.
M.a. skrivar Paulus í 4,12-16: „Lat ongan vanvirða teg fyri ungdóm tín,
men ver tú ein fyrimynd teirra, sum trúgva, í orði, í atferð, í kærleika,
í trúgv, í reinleika. Legg tær … eina við upplestrinum, áminningini,
læruni! Vanrøk tú ikki náðigávuna, sum í tær er … hugsa um hetta, liv
í hesum, fyri at framgongd tín má vera øllum kunnug! Gev gætur eftir
tær sjálvum og eftir læruni; halt á við tí; tí at tá ið tú gert tað, skalt tú
frelsa bæði teg sjálvan og tey, sum hoyra teg.“
2. Timoteusarbræv
Paulus, sum sat fangi í rómverskum fangahúsi, skrivaði til unga
Timoteus, sum hevði stóra ábyrgd í kirkjuliðnum í Efesus. Hann vissar
fyrst Timoteus umkærleika sín og bønir sínar fyri honum. Síðani minnir
hann Timoteus á ábyrgd hansara, og hvussu skrivar um hvussu trúgvin
hevur livað í f leiri ættarlið, í Lois ommu hansara, í Evnike mammu
hansara og nú í honum. Paulus uppmuntrar Timoteus og skrivar, at í
royndartíð er trygvin ein klettur.
Titusarbrævið
Paulus skrivar til unga kirkjuleiðaran Titus, sum býr á Kreta. Hann
var grikki, og var vorðin kristin ígjøgnum Paulus (Galatarabrævið 2,3).
Titus varð verandi eftir á Kreta og Paulus eggjaði honum vituga at skipa
kirkjuna: at innseta dugnaligt fólk, at halda seg frá rangari læru og at
eggja til gott verk.