120
Filemonbrævið
Filemonbrævið er eitt av brøvunum, sum er stílað til ein ávísan persón.
Eisini er hetta brævið skrivað, meðan Paulus sat í fangahúsi í Róm
(vers 1 og 23). Filemon var vinur Paulusar, hann var ríkur og hevði eitt
kirkjulið í húsi sínum. Filemon var ein kendur limur í kirkuliðinum í
Kolossu, og hevði arbeitt saman við Paulusi. Ein av trælum hansara,
Onesimus, varð f lýddur frá honum. Hetta var eitt álvarsamt lógarbrot,
og Filemon varð firtin við Onesimus. Paulus hitti hendan trælin í Róm,
og hann gjørdist kristin. Í brævinum leggur Paulus upp til, at Filemon
fyrigevur Onesimusi, so at hann torir at koma aftur til Filemon.
Persónarnir, sum verða nevndir í brævinum, Filemon, Onesimus, Appia,
Arkippus, Timoteus, Epafras, Markus og Aristarkus, hava upplivað, at
gleðiboðskapurin hevur viðført eitt avgerandi umskifti í lívi teirra.
Sangur: „Pætur út á vatnið gekk“ av f løguni
Vinir mínir og eg.
Prát
Út frá síðu 54 og 55 í næmingabókini verður prátað um brøv Paulusar.
• Hvussu nógv brøv standa í Paulusar navni?
• Hvønn skrivar Paulus til?
• Hvat skrivar Paulus?
• Vita vit, hvussu Paulus hevur tað?
Brøv Paulusar
Næmingarnir skriva, hvussu brøv Paulusar eita.
Skriva eitt bræv
Næmingarnir velja eitt skriftstað úr næmingabókini og skriva tað í
loggbókina.
Til næsta tíma
Lærarin kann hava belti, brynju, skógvar, skjøldur, hjálm og svørð við í
tíma. Tosað verður um herklæði Guds.
Lærarin tekur samanum – takk fyri í dag!