121
Herklæði Guds
38. tími
Vert at vita
Sí
vert at vita
í 37. tíma um brøv Paulusar.
Paulus skrivar í Efesusbrævinum 6,10-20 um herklæði Guds. Paulus
greiðir efesusmonnum frá, hvussu teir kunnu lata seg í herklæði Guds,
fyri at verja seg í bardaganum ímóti tí ónda, sum t.d. er ivi, lygn, øvund
sjúka, órættvísi, ófriður, vantrúgv og freistan.
Sangur: „Pætur út á vatnið gekk“ av f løguni
Vinir mínir og eg.
Herklæði Guds
– Efesusbrævið 6,10-20
„Annars, verðið sterkir í Harranum og í veldis mátti hansara! Latið
tykkum í øll herklæði Guðs, so at tit kunnu vera førir fyri at standa
ímót sniðlopum devulsins. Tí at bardagi okkara er ikki móti blóði og
holdi, men móti valdunum, móti ráðunum, móti heimshøvdingunum í
hesum myrkri, móti andaherliðum illskaparins í himnarúmdum. Farið
tí í øll
herklæði Guðs
, so at tit kunnu vera førir fyri at veita mótstøðu
hin vánda dagin og at standa við, tá ið alt er vunnið. So standið tá
gyrdir um lendar tykkara
við sannleika og klæddir í
brynju
rætt
lætisins, og
skøddir
um føturnar við fúsleika til at boða gleðiboðskap
friðarins; og havið í øllum førum trúar
skjøldurin
á lofti, sum tit kunnu
vera førir fyri at sløkkja allar gløðandi ørvar frá hinum illa við; og takið
hjálm
frelsunnar og
svørð
andans, sum er Guðs orð, meðan tit við
allari ákallan og bøn biðja eina og hvørja tíð í andanum og eru árvaknir
til tess við øllum áhaldni og bøn fyri øllum hinum heilagu, og fyri mær
við, at mær mega verða givin orð, tá ið eg lati upp munn mín, til at boða
við treysti loyndardómin í gleðiboðskapinum, sum eg eri sendiboð fyri
Paulus