122
í leinkjum, at eg má tala við frímóði um hann, soleiðis sum eg eigi at
tala.“
Prát
Lærarin kann vera ílatin belti, brynju, skógvar, skjøldur, hjálm og svørð,
meðan prátað verður um, hvat hesir lutir verða brúktir til – og hví.
Herklæði Guds
• Belti fær klæðini at sita. Tá hermaðurin skal í kríggj, heldur beltið
svørðinum. Hetta beltið kallar Paulus sannleikans belti, og vísir
efesusmonnum, at teir skulu halda seg til sannleikan. Sannleikin
avdúkar lygn og svik.
• Brynjan verjir hermannin, tá ið hann fer í bardaga. Hetta sipar til
dygdirnar at vera eitt rættvíst menniskja. Paulus sigur við efesus
menn, at við rættlætisbrynjuni verja teir hjørtuni, so rúm er fyri tí
góða og sanna.
• Skógvar lata vit okkum í, tá ið vit fara út. Hetta merkir, at vit eru
klár at ganga t.d. til skúlan, til arbeiðis ella til spæliplássið. Paulus
sigur efesusmonnum, at teir skulu vera skøddir um føturnar við fús
leika til at boða gleðiboðskapin. Evangeliið er boðskapurin um tað
góða, sum Gud hevur gjørt fyri menniskjuni. Fúsleikans skógvar
skulu minna teir á, at teir fúsir skulu siga øðrum um tann Gud, teir
trúgva á.
• Skjøldur verjir hermannin ímóti álopum frá fíggindanum. Trúar
skjøldurin er trúgv, sum verjir ímóti freistingum.
• Hjálmur verjir høvdið á hermanninum. Paulus sipar her til, at tá ið
hin kristni fer í bardaga, er frelsan í Kristusi vónin. Líkamikið, hvat
fer at henda honum, so verður hon ella hann sigrandi í bardaganum.
Tí at frelsan, sum á grikskum kann merkja sigur, ið ein væntar,
er longu tryggjað í Kristusi. Tí er hjálmurin, ið verjir hin kristna,
frelsusigurin, sum Kristus longur hevur vunnið.
• Svørðið er ikki bert til verju, men kann eisini brúkast til álop. Svørð
andans er orð Guds, sum er livandi og máttmikið og hvassari enn
nakað tvíeggjað svørð“ Hebrararabrævið 4,12a. Paulus vil, at efesus
menn skulu halda seg til Guds orð og brúka tað í tænastuni fyri
Harran.
Herklæði Guds
Næmingarnir fáa avrit av einum manni í herklæðum, teir klippa og
líma hann í loggbókina, sí avrit aftast í bókini. Næmingarnir hyggja í
næmingabókina og skriva orðini í loggbókina.