Page 137 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
135
Fólkakirkjan
43. tími
Vert at vita
Føroyingar tóku við kristnari trúgv um ár 1000. Í Føroyingasøgu
verður sagt frá, at Sigmundur Brestisson læt byggja kirkju í Skúvoy.
Stutt eftir 1100 varð biskupssetur sett á stovn í Kirkjubø, og kom tað
undir erkisetrið í Niðarósi í Noregi, tá ið hetta varð stovnsett í árinum
1152/53.
Føroyar vóru tá eitt av teimum ellivu biskupsdømunum í erki­biskups­
dømi­num Niðarósi, og heilt fram til siðaskiftið í 1539, tá ið tann
evangel­isk lutherska læran á fundum í Noreg varð góðtikin.
Erlendur, sum í 1269 varð vígdur til biskup í Føroyum, fór undir at
byggja dóm­kirkju í Kirkjubø (Múrin), og í dag halda f leiri, at tað
eydnað­ist at gera kirkjuna so mikið lidna, at hon varð vígd, so føroyingar
fingu sína dómkirkju.
Umleið 1539 fór siðaskiftið fram, og í 1540 varð Jens Gregersøn
Riber tilnevndur biskupur. Hann var fyrsti lutherski biskupur í Før­
oy­um, og virkaði til 1557, tá ið hann varð tilnevndur biskupur í
Stavang­er. Føroyar gjørdust tá próstadømi undir Bergens stifti til um
leið 1620, síðani komu tær undir Sælands stift, og við býtið í 1923
undir Keypmannahavnar stift. Í 1963 vórðu Føroyar gjørdar til vara­
biskupsdømi, og varabiskupur kom í próstsins stað. Við lóg um stovn­
set­ing av biskupsdømi Føroya frá 6. november 1990 vórðu Føroyar
skildar úr Keypmannahavnar biskupsdømi og gjørdar til egið stift, og
Havn­ar kirkja gjørdist dómkirkja. Í dag er føroyska fólkakirkjan ikki
longur partur av donsku kirkjuni. Føroyar eru býttar í 14 prestagjøld,
sum øll hava sín sóknarprest.
Kirkjan