136
Kirkjumálið í Føroyum var undan siðaskiftinum mest latín. Við siða
skiftinum gjørdist danskt kirkjumál, men tá ið komið var upp í 19.
øld ynsktu f leiri og f leiri, at føroyskt varð nýtt sum kirkjumál. Í 1823
gav Danska Bíbliufelagið út týðing Schrøters av evangeliinum eftir
Matteus, í 1930 kom ritualbókin, í 1937 Nýggja Testamenti og í 1939
altarbókin, allar í týðing Jákup Dahls. Men ikki fyrr enn í 1939 varð
við kongligari fyriskipan givið loyvi til við vanligar gudstænastur at
nýta føroyskt mál. Í 1956 kom fyrsta føroyska sálmabókin, og í 1961
kom út Bíblian á føroyskum í týðingini hjá Jákup Dahl og Kristian O.
Viderø. Victor Danielsen hevði longu í 1949 givið út sína fyrstu týðing
av Bíbliuni.
Um aldaskiftið frá 19. til 20. øld vóru f lest allir føroyingar limir í fólka
kirkjuni – í dag eru gott 83 % av fólkinum limir. Orðið kirkja kemur
av grikska orðinum kyriakon, sum merkir hús harrans. Í Nýggja Testa
menti verður orðið ekklesia nýtt, sum merkir savnaður ella samkoma.
Kirkjan verður nevnd Guds hús. Gudstænastur verða hildnar í kirkjuni.
Tá ið prestur ikki er, hevur deknurin gudstænastuna. Í kirkjuni er eisini
dópur, ferming, brúðarvígsla og jarðarferð.
Fólkakirkjan er eftir grundlógini trúarsamfelag við ávísari trúarjáttan.
Men samstundis er kirkjan almennur stovnur, sum landið ger lógir fyri
og áleggur ávísar skyldir.
Bygnaðurin í fólkakirkjuni:
Fyrisiting og stjórn:
• Mentamálaráðið
• Føroya Stiftsstjórn
• Próstadømisráðið
• Kirkjuráðini
Lóggávuvaldið er hjá Føroya Løgtingi.
Bispaembætið
Biskupurin er ovasti kirkjuligi myndugleiki í fólkakirkjuni. Biskupur
er formaður í Føroya Stiftsstjórn. Hann hevur eftirlitið við prestunum
og kirkjuráðunum í stiftinum. Biskupurin gevur prestunum loyvisbræv
(kollats) at virka sum prestar, og eingin kann gerast prestur í fólkakirkj
uni uttan loyvisbræv frá biskupi. Hann skal eisini síggja til, at próstar
og prestar í tænastu síni halda seg til trúarjáttan evangelisk-lutersku
fólkakirkjunnar, og at teir fylgja fyriskipaðu gudtænastuskipan og
ritualum fólkakirkjunnar. Tað er litið biskupinum upp til at skipa alla
prestatænastuna í stiftinum.
Stiftsstjórnin
Í stiftsstjórnini eru: biskupur, ið er fastur formaður, ein av landsstýris
manninum tilnevndur limur og ein persónur, sum kirkuráðslimir velja.