137
Stiftsstjórnin umsitur Kirkjugrunnin. Hon umsitur lønir til prestar
nar, starvsfólkið á stiftsumsitingini og pening til viðlíkahald av presta
gørðunum og bispagarðinum. Stiftsstjórnin umsitur eisini landskirkju
skattin. Stiftsstjórnin hevur eisini eftirlit við próstadømisráðnum og
kirkjuráðunum.
Prestagjøld
Í prestagjaldinum útinnir presturin tænastu sína, og tí verða prestarnir
settir sum sóknarprestar í einum ávísum prestagjaldi. Í hvørjum eru
f leiri kirkjusóknir, og presturin ella prestarnir hava skyldu at gera tæn
astu í øllum kirkjusóknunum í prestagjaldinum.
Kirkjuráð
Kirkjuráðið skal tryggja, at kirkjan kann bjóða kirkjufólkinum góð kor.
Tey umsita kirkjukassarnar, taka avgerð um, hvussu kirkjutænastan
skal skipast, og skulu vara av kirkjubygninginum. Fjórða hvørt ár er
kirkjuráðsval.
Meir um hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni: www.
folkakirkjan.fo.
Sangur: „Kirkjan, hon er eitt gamalt hús“ av f løguni
Vinir mínir og eg.
Prát
• Hvat hugsa tit, tá ið orðið „kirkja“ verður nevnt?
• Er kirkja á staðnum har tit búgva? Hvussu sær hon út?
• Hava kirkjur altíð verið?
• Hvat sigur opnan „Kirkjan“ í næmingabókini tær?
Næmingarnir fáa eina løtu at grunda á síðu 62 og 63 í næmingabókini,
og at leita sær vitan um evnið.
Kirkjan
Út frá næmingabókini gera næmingarnir hugarok um kirkjuna og
kirkjusøguna. Hetta verður skrivað í loggbókina.
Prestagjøld
Næmingarnir fáa avrit av prestagjøldunum (putlispæl), sí avrit aftast í
bókini. Teir klippa økini út og líma tey rætt í loggbókina og lita. Síðani
skriva teir, hvussu prestagjøldini eita. (Glyvra prestagjald og Norður
streymoyar prestagjald kunnu kanska klippast saman.)