139
Kirkjubygningur
44. tími
Vert at vita
Í f lestum bygdum í Føroyum er kirkja, og í smæstu bygdunum er bøn
hús. Tær gomlu kirkjurnar hava ofta f lagtekju, myrkan við sum er tjøru
bræddur, hvít vindeygu og hvíta grund. Summar gamlar kirkjur eru
laðaðar við gróti. Kirkjufólkið í bygdunum bygdu sjálvi sínar kirkjur,
og kirkjuverjarnir høvdu eftirlit við teimum. Kirkjurnar vórðu, eins og
partur av prestalønunum fíggjaðar við tíggjundi, og ríkastar vóru tær,
ið fingu nógvan grindatíggjund.
Tær nýggju kirkjurnar eru øðrvísi bygdar enn tær gomlu. Tær eru bygd
ar í nýmótans sniði.
Kirkjurúmið er býtt upp í partar:
• forkirkjan
• skipið
• kórið
Forkirkja
Fyrsta rúmið er forkirkjan. Í forkirkjuni er trappa upp á loftið. Uppi á
loftinum er orglið og nøkur sitipláss til kirkjufólkið. Frá loftinum er,
aftur trappur til tornið, har kirkjuklokkan hongur.
Skipið
Úr forkirkjuni verður komið inn í skipið. Hetta verður nevnt skipið,
tí tað verður sagt, at øll eru umborð á lívsins skipi. „Skipið“ siglir altíð
í eystur. Tað vil siga, at forkirkjan og tornið eru í vestra endanum, og
kórið er í eystra endanum. Allar føroysku kirkjurnar hava opið tróður,
uttan í tí partinum har loftið er. Í skipinum eru benkur ella stólar bæði
Kirkjan