Page 142 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
140
høgru
­
megin og vinstrumegin til kirkjufólkið at sita. Fyrr sótu kvinn­ur­
nar vinstrumegin og menninir høgrumegin.
Modellskip hanga uppi í teimum f lestu kirkjum. Mong av teimum, eru
olmussugávur frá sjómonnum, sum vóru í vanda á sjónum, men sum
við Guds hjálp vórðu bjargaðir.
Kórið
Longur frammi er altarið, prædikustólurin og doypifunturin. Hetta
rúm­ið verður nevnt kórið. Her sita eisini deknurin og klokkarin. Hesin
part­ur er í teimum eldru kirkjunum er eitt vet hægri enn skipið og
nevn­ist kórsgáttin.
Í nógvum kirkjum eru sakristi ella skrúðrúm, har ymiskt, sum prestur
nýtir til gudstænastuna, verður goymt, til dømis messuakul. Aftur
aðrar kirkjur hava eitt kapell. Í teimum nýggjastu kirkjunum er eisini
skriv­stova og onnur kirkjurúm.
Doypifunturin, altarið og prædikustólurin verða brúkt undir guds­
tænast­uni.
Doypifunturin
Funtur kemur úr latíni „fons“, sum merkir kelda. Doypifuntarnir
í føroysku kirkjunum er vanliga úr viði ella gróti við einum dópsfati
úr kopari, messing ella silvuri. Doypifunturin stendur við kórsgáttina
frammi í kórinum. Dópurin ger tann doypta til lim í kirkjuliðnum.
Altarið
Á altarinum standa teir lutir, sum verða brúktir í altargongdini:
• Kannan til altarvínið, kalikurin, sum vínið verður skonkt úr
• Breyðeskjan, har ið altarbreyðið verður goymt í
• Diskurin (borðiskur), sum verður brúktur, tá ið breyðið verður býtt
út
Á altarinum eru eisini ljósastakar og bøkur, sum verða brúktar undir
gudstænastuni.
Altarið hevur ein hálvan altarring við knæfalli. Tann manglandi hálvi
ring­urin kann ímynda tey, ið farin eru undan inn í deyðan. Samlaði
heili altarringurin kann tí ímynda bæði tey farnu í kirkjuliðinum og
tey, sum eru deyð.
Altartalvan hongur oman fyri altarið. Altartalvan hevur vanliga eitt
bíbilskt motiv, sum listarfólk hava gjørt.