142
Sakramenti
45. tími
Vert at vita
Fólkakirkjan hevur tvey sakramenti, sum eru dópurin (dópsakramenti)
og altargangur (kvøldmáltíðarsakramenti). Eitt sakramenti er ein heilag
gerð, sum Kristus sjálvur hevur fyriskipað, og sum hann við sjónligum
teknum og við orðum, ið knýta seg at, gevur fólki sínar sjónligu náði
gávur. Til hesi sakramenti eru ymiskar forskriftir, sum verða nevndar
ritual.
Luther sigur soleiðis í „Lítlu katekismus“ um sakramentini:
Fjórði høvuðspartur
Hins heilaga dóps sakramenti, soleiðis sum ein húsbóndi einfalt eigur at
leggja heimafólki sínum tað í huga.
Í fyrsta lagi: Hvat er dópurin?
Dópurin er ikki vatn einsamalt, men vatnið, skilað til í Guds boði og
sameint við Guds orði.
Hvat er so hetta fyri Guds orð?
Um hetta sigur vár Harri Kristus hjá Matteusi í seinasta kapitli: Farið tí
og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til
navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda.
Í øðrum lagi:
Hvat gevur ella gagnar dópurin?
Hann virkar fyrigeving syndanna, loysir frá deyðanum og djevulinum
og gevur øllum teimum, ið hesum trúgva, hina ævigu sælu, soleiðis sum
Guds orð og fyrijáttan ljóða.
Kirkjan