143
Hvat er so hetta fyri Guds orð og fyrijáttan?
Um hetta sigur vár harri Kristus hjá Markusi í seinasta kapitli: Tann, ið
trýr og verður doyptur, skal verða frelstur; men tann, ið ikki trýr, skal
verða dømdur.
Í triðja lagi: Hvussu kann vatn avrika slík stór verk?
Vatn avrikar tey vissuliga ikki, men Guds orð, sum er í og við vatninum,
og trúgvin, ið lítur á Guds orðið, ið er sameint við vatninum. Tí uttan
Guds orð er vatnið bert vatn og eingin dópur; men við Guds orði er tað
ein dópur, tað er: eitt náðiríkt lívsins vatn og eitt endurføðingarinnar
bað í hinum Heilaga Anda, soleiðis sum Paulus ápostul sigur til Titusar
í triðja kapitli: Hann frelsti okkum við endurføðingarinnar baði og við
endurnýggjanini í hinum heilaga anda, sum hann ríkliga úthelti yvir
okkum fyri Jesus Krist, frelsara okkara, fyri at vit, rættvísgjørd av náði
hansara, skuldu í vónini verða arvingar til ævigt lív. Hetta er sonn tala.
Í fjórða lagi: Hvat er so v
atnið í dópinum eitt tekin um?
Tað merkir, at hin gamli Ádam í okkum eigur at fara undir við daglig
ari iðran og bót og at verða dripin við øllum syndum og óndum lystum,
og at har afturímóti hin nýggja menniskja dagliga eigur at koma undan
og at reisast upp at liva um ævir fyri Gudi í rættvísi og reinleika.
Hvar stendur tað skrivað?
Paulus ápostul skrivar til Rómverja í sætta kapitli: Vit eru tí grivin við
honum við dópinum til deyðans, til tess at eins og Kristus varð vakt
ur upp frá deyðum við dýrd faðirsins, soleiðis skulu vit eisini ganga í
nýggjum levnaði.
Fimti høvuðspartur
Altarsins sakramenti,
soleiðis sum ein húsbóndi einfalt eigur at
leggja heimafólki sínum tað í huga.
Hvat er altarsins sakramenti?
Tað er várs harra Jesu Krists sanna likam og blóð, undir breyði og víni,
fyriskipað av Kristi sjálvum fyri okkum kristnum at eta og drekka.
Hvar stendur tað skrivað?
Soleiðis skriva hinir heilagu evangelistarnir Matteus, Markus, Lukas og
Paulus ápostul: Vár harri Jesus Kristus á teirri nátt, sum hann svikin
varð, tók hann breyðið, takkaði og breyt tað, gav lærusveinum sínum
tað og segði: Takið hetta og etið tað; hetta er likam mítt, sum fyri
tykkum verður givið. Gerið hetta til mínar áminningar! Somuleiðis
tók hann eisini kalikin aftan á kvøldmáltíðina, takkaði, gav teimum
og segði: Drekkið allir her av; hesin kalikur er hin nýggi sáttmálin í
blóði mínum, sum fyri tykkum verður úthelt til fyrigevingar syndanna.
Gerið hetta, so ofta sum tit tað drekka, til mínar áminningar!