Page 146 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
144
Hvat gagnar tað soleiðis at eta og drekka?
Tað gera hesi orð kunnugt: Tað verður givið og úthelt fyri tykkum til
fyri­gevingar syndanna. Við hesum orðum verða okkum nevniliga givin
í sakramentinum fyrigeving syndanna, lív og sæla. Tí at har sum fyri­
geving syndanna er, har er eisini lív og sæla.
Hvussu kann likamlig etan og drekkan avrika so stór verk?
At eta og drekka avrikar tað vissuliga ikki, men tað, ið avrikar tað, eru
hesi orð: Tað verður givið og úthelt fyri tykkum til fyrigevingar synd­
anna. Tí at hesi orð eru saman við teirri likamligu etan og drekkan
aðal­málið í sakramentinum, og tann, ið trýr hesum orðum, hann hevur
tað, ið tey siga, og sum tey ljóða, nevniliga fyrigeving syndanna.
Hvør tekur so við hesum sakramenti virðiliga?
At fasta og at búgva likam sítt til er væl ein góður útvortis siður; men
tann er av sonnum verðigur og væl skikkaður, ið hevur trúnna á hesi orð:
tað verður givið og úthelt fyri tykkum til fyrigevingar syndanna. Men
tann, ið ikki trýr hesum orðum ella ivast, hann er óverðigur og óskikk­
að­ur; tí at hetta orðið „fyri tykkum“ krevur fram um alt trúgvandi
hjørtu.
Sangur: „Gud algóði, signa nú“ og „Takk, Jesus, takk! Mín sál er fró“
av f løguni
Vinir mínir og eg.
Prát
Út frá næmingabókini verður tosað um sakramentini – dóp og altar­
gongd
• Hvat er dópur í kirkjuni?
• Hvat er altargongd í kirkjuni?
Tíð verður sett av til, at næmingarnir lurta og lesa sálmarnar: „Gud
algóði, signa nú“ og „Takk, Jesus, takk! Mín sál er fró“. Sí avrit aftast í
bókini.
• Hvat sigur sálmurin „Gud algóði, signa nú“?
• Hvat sigur sálmurin „Takk, Jesus, takk! Mín sál er fró“?
Sakramenti
Næmingarnir fáa myndir av altarborðinum, doypifunti og sálmunum,
sí avrit aftast í bókini. Teir klippa myndirnar og sálmarnar út og líma
tey í loggbókina.
Lærarin tekur samanum – takk fyri í dag!