145
Gudstænastuskipan
46. tími
Vert at vita
Gudstænastuskipanin, sum er gongdin í einari gudstænastu, nevnist
liturgi. Orðið liturgi kemur úr tveimum griskum orðum, laos (læitos),
sum merkir fólk, ella tað sum hoyrir fólki til, og ergon, sum merkir
arbeiða ella gerð. Liturgi er gerðir, sum hoyrir fólki til. Liturgiin talar
til fólkið í ímyndum og kallar fólkið, so tey sjálvi verða leikarar og ikki
bert áskoðarar. Fólkið luttekur í gudstænastuni, har ymisku sansirnir
verða brúktir:
• kirkjurúmið við byggilist, ljósi, litum og blómum
• klokkukiman, sálmar, tónleikur, orgulspæl, og kórsangur
• prædika, upplestur, bønir, umhugsan og hugleiðing
• dópur og altargongd
• felagsskapur, samrøða, kirkjukaffi o.a.
Presturin verður onkuntíð nevndur liturgur, tí hann leiðir kirkjuliðið
gjøgnum gudstænastuna.
Gudstænastuskipan (liturgi)
• Klokkan ringir
• Forspæl (preludium)
• Inngangsbøn
• Sálmur
• Prestur heilsar kirkjufólkinum og Epistulin verður lisin (bræv)
• Sálmur
• Evangeliið og Ápostólska trúarjáttanin
• Sálmur
• Prædika, bøn og ápostólska signingin
• Sálmur
• Áronitiska signingin
Kirkjan