Page 148 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
146
• Sálmur
• Útgangsbøn
• Biðisløg (klokkan ringir 9 ferðir, 3 ferðir 3 sløg fyri Gud faðiri, Guds
soni og Gud heilagum anda.
• Eftirspæl (postludium)
Prestur hevur vanliga f leiri kirkjur at røkja og kann tí ikki vera í øllum
kirkjum sama dag. Sum áður nevnt heldur deknur gudstænastuna, tá ið
prestur ikki er. Tá verður gudstænastan nevnd deknagudstænasta. Ein
deknagudstænasta fer vanliga soleiðis fram:
• Klokkan ringir
• Forspæl (preludium)
• Inngangsbøn
• Sálmur
• Dagsins kollekt (felagsbøn)
• Sálmur
• Bøn
• Lestur
• Bøn og ápostólska signingin
• Sálmur
• Kollekt (felagsbøn)
• Sálmur
• Útgangsbøn
• Klokkan ringir (biðisløg)
• Eftirspæl (postludium)
Sangur: „Gud algóði, signa nú“ og „Takk, Jesus, takk! Mín sál er fró“
av f løguni
Vinir mínir og eg.
Prát
Tosað verður út frá síðu 68 og 69 í næmingabókini um, hvussu ein
gudstænasta er skipað.
Liturgi
Út frá næmingabókini skriva næmingarnir gudstænastuskipanina í
rætta rað­fylgju. Næmingarnir fáa síðani ikon av gudstænastuskipanini,
sí avrit aftast í bókini. Teir klippa ikonini út, og líma tey á rætta stað.
Lærarin tekur samanum – takk fyri í dag!