Page 149 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
147
Trúarjáttan
47. tími
Vert at vita
Ápostólska trúarjáttanin, eisini kallað Fyrsta trúarjáttanin, er ein frum­
kristin orðing. Ein trúarjáttan greiður í stuttum frá, hvat trúgvin snýr
seg um.
Mett verður, at Ápostólska trúarjáttanin er tann elsta trúar­játtanin.
Evan­gel­iska lutherska trúarjáttanin hjá fólkakirkjuni hevur 5 játtanar­
rit:
• Ápostólska trúarjáttanin
• Nicenska-konstantinopolitianska trúarjáttanin
• Athanasianska trúarjáttanin
• Augsburgska játtanin
• Luthers lítla katekismus.
Tvær tær síðstu stava frá samtíðini hjá Luther, meðan hinar eru eldri og
eru viðurkendar av f lest øllum kirkjusamfeløgum. Hesar vera nevndar
tær økumenisku trúarjáttanirnar.
Í fólkakirkjuni er Ápostólska trúarjáttanin tann vanligasta í guds­tæn­
astuni. Har verður hon messað, upplisin ella sungin til f lest allar guds­
tænastur­nar. Fólkakirkjan nýtir eisini Ápostólsku trúarjáttanina í dóps-
og konfirmatiónsritualinum.
Ápostólska trúarjáttanin er í trimum liðum í samsvari við tríeindina:
faðir, sonur og heilagur andi. Í donskum og føroyskum kirkjum verður
inngangurin: „Vit avnokta djevulin og allar gerningar hans og allan
atburð hans“ lagdur afturat. Hetta er ikki ein partur av játtanini men
ein fornkristin inngangur, ið er varðveittur í donsku siðvenjuni, eina
mest tí Grundtvig helt fast við hetta.
Kirkjan