148
Ápostólska trúarjáttanin:
Vit trúgva á Guð Faðir, hin alvalda, skapara himins og jarðar.
Vit trúgva á Jesus Kristus, Guðs einborna son, váran Harra, sum er
gitin av heilagum anda, borin í heim av Mariu Moy, pínslaður undir
Pontiusi Pilatusi, krossfestur, deyður og jarðaður, niður farin til helj
ar, triðja dagin staðin upp frá deyðum, farin til Himmals, sitandi við
høgru hond, Guðs Faðirs, hins alvalda, haðani hann kemur at døma
livandi og deyð.
Vit trúgva á heilagan anda, eina heilaga almenna kirkju, samfelag
teirra heilagu, fyrigeving syndanna, uppreisn likamsins og lív um aldur
og ævir.
Sangur: „Kirkjan, hon er eitt gamalt hús“ av f løguni
Vinir mínir og eg.
Upplestur: „Ápostólska trúarjáttanin“ av f løguni
Vinir mínir og eg.
Prát
• Hava næmingarnir hoyrt trúarjáttanina fyrr? Hvar?
• Prátað verður um innihaldið.
Ápostólska trúarjáttanin
Næmingarnir fáa hvør sítt avrit, sum í myndum vísa Ápostólsku
trúarjáttanina, sí avrit aftast í bókini. Næmingarnir lita, klippa og líma
myndirnar í loggbókina.
Uppskot
Næmingarnir lesa trúarjáttanina upp í felag. Tey kunnu kanska læra
hana uttanat.
Lærarin tekur samanum – takk fyri í dag!