Page 151 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
149
Kirkjuárið
48. tími
Vert at vita
Kirkjuárið byrjar við adventini 4. sunnudag undan jólum og endar, tá
ið adventin byrjar aftur. Í kirkjuárinum eru umleið 60 sunnu­dagar og
halgidagar. Hesar dagar er kirkjugongd, har hvør dagur hevur sín ser­
staka tekst úr Nýggja Testamenti. Ígjøgnum árstíðirnar frá advent til
advent sigur kirkjuárið søguna um Jesus.
Jól, páskir og hvítusunna eru stóru høgtíðirnar í kirkjuárinum. Jól verð­
ur hildið til minnis um Jesu føðing, páskir til minnis um Jesu deyða og
uppreisn og hvítusunna til minnis um, at heilagi andin kom til jarðar.
Aðrir halgidagar og merkisdagar í kirkjuárinum eru:
Allahalgannadagur – 1. november, minningardagur teirra sjólátnu
Nýggjársdagur, trettandadagur (6. januar)
Septuagesima – 9. sunnudagur fyri páskir
Seksagesima – 8. sunnudagur fyri páskir
Fastalávint – 7. sunnudagur fyri páskir
Boðanardagur Mariu – 5. sunnudagur í føstu
Pálmasunnudagur – síðsti sunnudagur fyri páskir, dymbildaga­vikan
byrj­ar
Skírisdagur – hósdagurin í dymbildagavikuni
Langafríggjadagur – fríggjadagurin í dymbildagavikuni
Dýri biðidagur – 4. fríggjadagur eftir páskir
Kristi himmalsferðardagur – 40. dagur eftir páskadag
Ólavsøka – 28. og 29. juli
Kirkjan