150
Advent
Orðið advent „adventus Domini“ kemur úr latíni og merkir koma
Harrans. Kirkjuárið byrjar fyrsta sunnudag í advent, sum ofta liggur
næst við 1. desember. Tað eru fýra sunnudagar í advent. Hetta tíðarskeið
er eitt fyrreikingarskeið fyri jól.
Adventin vísir, at jólini eru í hondum. Sum ímynd av tíðini verður
adventskransurin við teimum 4 ljósunum brúktur. Ljósini vísa til teir
4 sunnudagarnar í advent. Eitt ljós verður tendrað hvønn sunnudag í
advent, soleiðis at fjórða sunnudag í advent eru øll fýra ljósini tendrað.
Jólaaftan og jóladag
Jólaaftan og jóladag minnast vit, at Jesus varð føddur.
St. Stefans dag
2. jóladag minnast vit fyrsta pínslaváttan Stefan.
Trettanda dag jóla
Hetta er høgtíðin til minnis um teir tríggjar vísmenninar, sum komu
til Jesusbarnið.
Men fyri fastalávint sunnudag koma hesir báðir sunnudagarnir: