151
Septuagesima
Septuagesima er latín. Tað er 70. dagurin fyri páskir, hóast tað bara eru
64 dagar til páskir. Upprunaliga var hesin sunnudagur til minnis um
tey 70 árini jødarnir vóru í útlegd í Bábylon.
Seksagesima
Seksagesima er latín. Tað er 60. dag fyri páskir, hóast tað við hesum
degi bara eru 56 dagar til páskir.
Føstan
Fyri páskir er føstuinngangur í kirkjuni. Tá verður pínslasøga Jesusar
lisin.
Miðføsta og boðanardagur Mariu
Síðani verða tríggir sunnudagar í føstu taldir til miðføstu sunnudag,
sum er mittasti halgidagurin fyri sjálvan páskadag. Síðani kemur boð
anardagur Mariu, sum er nýggju mánaðir fyri jól og er til minnis um
boðini Maria fekk frá einglunum, um at hon skuldi eiga son Guds.
Páskir
Páskir er ein jødisk høgtíð. Páskahátíðin hjá jødunum byrjaði við, at
hvør familja át eitt lamb, sum var vígt Gudi. Hendan hátíð varð hildin
til minnis um tíðina, tá Gud førdi ísraelsfólk út úr trældómi í Egypta
landi.
Kirkjan hevur síðani tikið við høgtíðini, tí tað var um páskirnar, at Jesus
á pálmasunnudegi reið á asnafyli inn í Jerúsalem, át seinastu kvøldmál
tíðina saman við lærusveinunum, varð tikin til fanga, krossfestur og
reis upp.
Hvítusunna
Tað verður sagt, at kristna kirkjuliðið varð stovnað 50 dagar eftir Jesu
deyða. Á Jesu døgum hildu tey hvítusunnu til minnis um sáttmálan og
lógirnar, sum Móses fekk á Sinaifjalli (2. Mósebók 19-20).
Áðrenn Jesus fór til himmals (40 dagar eftir páskir), var Gud til staðar
gjøgnum Jesus. Jesus fór til himmals, og Gud lovaði at vera til staðar
við heilaga andanum. Gud er ein tríeinigur Gud – Faðirin, Sonurin
og Heilagi Andin. Heilagi Andin vegleiðir og hjálpir menniskjum at
trúgva og liva eftir Guds vilja.
Fríggjadagurin 4. sunnudag eftir páskir eitur dýri biðidagur. Hesin
dagur varð innsettur í 1686.
40 dagar eftir páskir er Kristi himmalsferðardagur.