152
Trinitatistíðin
Eftir páskir kemur trinitatistíðin. Trinitatis merkir tríeind. Hetta um
fatar sunnudagarnar frá páskum til advent.
Trinitatistíðin byrjar við Trinitatis sunnudegi, har undirstrikað verður,
at Gud er ein tríeindur Gud. Síðani eru í mesta lagi 26 sunnudagar eftir
Trinitats. Við seinasta sunnudegi í trinitatis endar kirkjuárið.
Litir í kirkjuárinum
Síðan miðøld hava ymisku halgidagarnir og føsturnar verið knýttar
at liturgiskum litum. Hesir litir síggjast eisini í messuakulinum, sum
prestur er ílatin undir gudstænastuni:
• Hvítt er gleði, reinleiki og ljós, og verður nýtt til stórar veitslur, ser
liga frá páskum til hvítusunnu
• Reytt er blóð, eldur og kærleiki, og verður nýtt 2. jóladag og á hvítu
sunnu
• Viólblátt er vón og longsul og verður nýtt í føstu og í advent
• Grønt er lív, vøkstur og vón og verður nýtt trettanda og í trinitatis
tíðina
• Svart er sorg og deyði og verður nýtt langafríggjadag
Sangur: „Ver vælkomið Harrans ár“ av f løguni
Vinir mínir og eg.
Prát
Út frá síðu 72 og 73 í næmingabókini verður prátað um kirkjuárið.
• Nær byrjar kirkjuárið?
• Hvørjir eru liturgisku litirnir?
• Hvat standa litirnir, hvítt, reytt, viólblátt, grønt og svart, fyri?
• Í einum ári frá januar til desember eru 12 mánaðir. Í einum kirkjuári
eru eisini 12 mánaðir, men hvør er munurin?
Kirkjuárið
Næmingarnir fáa myndina av kirkjuárinum, sí avrit aftast í bókini. Teir
lita, klippa og líma hana í loggbókina.
Til næsta tíma
Næmingarnir kanna, hvat ørindi er felt í kirkjuklokkuna í kirkjuni á
staðnum.
Lærarin tekur samanum – takk fyri í dag!