153
Kirkjuklokkan
49. tími
Vert at vita
Hvønn sunnumorgun og til høgtíðirnar ringja kirkjuklokkurnar. Tær
kalla fólk til gudstænastu. Kirkjuklokkurnar ringja eisini til dóp, brúð
arvígslu ella jarðarferð.
Ymiskt er frá kirkju til kirkju, hvussu ringt verður. Klokkarin hevur
ábyrgd av at ringja við klokkuni. Ringt verður tríggjar ferðir undan
hvørjari gudstænastu, og allar gudstænastur enda við tríggjar ferðir
trimum biðisløgum. Hetta er tríggjar ferðir trý sløg fyri Gud faðiri,
Gud soni og Gud heilagum anda. Høgtíðsaftan verða summastaðni
ringt í fullan tíma, somuleiðis høgtíðsmorgun.
Vanliga er eitt ørindi felt inn í kirkjuklokkuna.
Sangur: „Gakk tú tryggur“ av f løguni
Vinir mínir og eg.
Prát
Prátað verður út frá síðu 74 og 75 í næmingabókini um ymiskar kirkju
klokkur
• Hvat ørindi er felt inn í kikjuklokkuna á staðnum?
Ljóðið av kirkjuklokkuni
– Úr bókini „Hugnaløtur“, Andras Miðskarð
Lisa var nú vorðin fimm ára gomul, og dugdi alt sera væl, tá ið ein hugs
aði um hennara aldur. Sum menniskju f lest, so hava vit altíð okkurt at
dragast við, og Lisa hevði stundum trupult við at fáa nóg mikið av luft,
tí hon leið av bróstmøði.
Kirkjan