13
Vinir mínir og eg – kristni 3
Bókaheildin
Vinir mínir og eg – kristni 3
fevnir um lærarabók, næminga
bók, loggbók, f løgu og ymiskt tilfar á snar.fo/vita
Í lærarabókini eru ímyndir til teir ymisku lærulutirnar. Til triðja f lokk
er ein nýggjur lærulutur: Bólkaarbeiði.
Tað er sjálvandi upp til hvønn einstakan lærara, hvussu hann undir
vísir, men undirvísingargongdin í hesi lærarabók er løgd í fasta legu fyri
at lætta um tilgongdina til lærugreinina.
Í næmingabókini eru fjølbroyttar og barnavinarligar síður við myndum
og teksti. Munandi meira av teksti er í triðju bókini, tí nú duga næming
arnir jú at lesa. Søgurnar eru lættar at lesa, meðan skriftorð o.a. kunnu
vera trupul.
Loggbókina eigur næmingurin sjálvur. Teir tekna, skriva og líma avrits
síður í loggbókina.
Fløgan er aftast í hesi bókini. Fløgan er ætlað at vera nýtt í hvørjum
tíma. At finna upphavið til skaldskap av mannamunni, er ofta trupult.
Tí vil Nám fegin frætta frá avvarðandi, ið vit ikki hava funnið fram til.
Á undirvísingarportalinum snar.fo eru myndir, spøl, uppgávur o.a.