Page 16 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
14
Lærulutir
Vert at vita
Í brotinum „Vert at vita“ siga vit heilt stutt tað, sum vit halda er við­
komandi fyri at skilja ávísa evnið betur. Lærarin fær her innlit og vitan,
sum kemur til góðar í undirvísingini.
Sangur
Sálmar og sangir eru týðandi partar av undirvísingini. Lagt verður upp
til, at sungið verður hvønn tíma.
Søga
Tað, sum vit nevna „Søga“, verður lisið ella sagt fyri næmingunum. Vit
hava frítt endurgivið bíbliusøgur, og fyrst í hvørjari søgu er viðmerkt,
hvar í Bíbliuni hetta stendur.
Prát
Prát við næmingarnar er týðandi partur av allari undirvísing. Sjálvt um
lær­arin stýrir tímanum, fáa næmingarnir møguleika at siga sína hugsan­
ella greiða frá sínum upplivingum.
Spæl
Spøl hava góða ávirkan á næmingarnar. Næmingarnir eru virknir, teir
hugsa og eygleiða. Spøl skapa trivna og samstarv, og tímin verður meira
fjølbroyttur.
Snar
Ymisk spøl og tilfar til undirvísingina í kristnikunnleika eru á undir­
vísingarportalinum Snar. Heimasíða hjá bókaheildini Vinir mínir og eg
1, 2 og 3 er á www.snar.fo/vita.
Uppgáva
Í ítøkiligu uppgávunum eru næmingarnir virknir, teir undrast, spyrja
og eygleiða.