15
Bólkaarbeiði
Næmingarnir eiga at læra at arbeiða saman. Hetta mennir sosialar før
leikar og gevur næmingunum innlit í aðrar arbeiðshættir.
Lestur
Lærarin lesur tekst úr Bíbliuni fyri næmingunum. Her fáa næmingarnir
høvi at hoyra bíbliutekst, sum er hátíðarligur og ikki tillagaður aldur
teirra.
Heimaarbeiði
Næmingarnir (ella lærarin) skulu av og á gera heimaarbeiði ella hava
okkurt við til næsta kristnitíma.
Leikur
Leikirnir eru søgur og frásagnir, næmingarnir hava hoyrt. Tá næming
arnir nýta leik í undirvísingini, fáa teir brúkt kroppin og sansirnar, og
undirvísingin gerst meira fjølbroytt, serliga tá hugsað verður um allar
skrivligu uppgávurnar, næmingarnir fáa í skúlanum.
Loggbók
Loggbókin er persónliga bókin hjá næmingunum. Hetta er uppgávu
bókin, teir kunnu skriva, tekna, klippa og líma í. Endamálið er, at næm
ingarnir hugsa seg væl um. Teir skulu brúka egnar hugsanir, hugf log og
arbeiðshátt at loysa uppgávurnar.
At skriva í loggbókina er ein afturvendandi uppgáva hjá næmingunum.
Loggbókin verður brúkt at eftirmeta eina serstaka uppgávu, alt eftir,
hvat teir eru førir fyri.
Loggbókin skal geva næmingunum eina kenslu av samanhangi, og so
við og við eiga teir sjálvir at gerast virknir í undirvísingini. Hon skal
eisini hjálpa næmingunum at grunda yvir egna vitan, virkishug, og hvat
ítøkiliga spurdist burtur úr arbeiðinum. Eisini kann lærarin brúka logg
bókina at meta um, hvat næmingarnir fáa burturúr. Er samsvar millum
einstøku málini og lidna arbeiðið?
Lærari og næmingar fara, sum frá líður, at mennast í undirvísingini.
Loggbókin kann geva eina kenslu av felagsskapi í undirvísingini, so tað