Page 18 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
16
ikki bara er einvegis tala. Loggbókin kann læra næmingarnar at taka
ábyrgd fyri egnari læru.
Loggbókin er hent amboð til eftirmeting. Næmingarnir læra at seta orð
á egnar hugsanir, og við loggbókini kunnu lærari og næmingar eftir­
meta undirvísing og læru.
Vit taka samanum
Afturat loggbókini er gott, at lærarin prátar um tað, sum næmingarnir
hava hoyrt og gjørt í hvørjum tíma. Eftir hvønn kapittul í bókini kann
lærarin seta næmingunum hesar spurningar til samtalu:
• Hvat evni hava vit tosað um?
• Hvørjar uppgávur hava vit loyst?
• Hava vit hoyrt ella sæð nakað nýtt?
• Er nakað, sum hevur verið serliga gott? Hvat/hví?
• Er nakað, sum hevur verið minni gott? Hvat/hví?
• Hava vit lært nakað nýtt?
• Kunnu vit brúka tað, vit hava lært?
Spurningarnir eru vegleiðandi.