Page 19 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
17
Vita fær ein vin
1. tími
Vert at vita
Eftir eina langa summarfrítíð við øðrvísi upplivingum, skulu næming­
ar­nir byrja eitt nýtt skúlaár. Næmingarnir eru óivað glaðir at síggja
hvønn annan aftur, og hava nógv at tosa um. Tíð verður sett av at tosa
um, hvussu tey hava havt tað í summarfrítíðini. Kanska hevur onkur
fingið ein nýggjan vin, møguliga hava tey sakna onkran í f lokkinum og
eru glað at hittast aftur.
Hvønn týdning hevur vinalag og samvera? Hvat krevst fyri at hava tað
gott í einum f lokki? Næmingarnir eru ymiskir, og ger tað gerandis­dagin
við ymisku uppgávunum, sum teimum hevur verið litið til, spenn­andi
og krevjandi.
Við hesum í huga verður farið undir at arbeiða við evninum „Einglar“.
Einglar hava serstakar uppgávur. Einglar eru verur, sum umboða sam­
bandið ímillum Gud og menniskju.
Vita hevur í summarfrítíðini fingið ein nýggjan vin. Tað er eingilin
Mika.
Prát
Hvat hava næmingarnir gjørt í summar?
Hava teir kanska fngið ein nýggjan vin?
Einglar