18
Vita fær ein vin
Tað var ikki so langt síðani, at Vita hevði fingið nýtt lív. Nýggja lívið
byrjaði jú hin dagin, tá ið hon vaknaði og hevði fingið veingir. Heilt víst
var lívið ríkari við veingjum.
Seinastu tíðina hevði Vita hugsað nógv um aðrar verur, sum eisini
høvdu veingir. Fuglar, f lugur, grindalokkar, mariuhønur, vespur og
mýggjabitar. Sum hon ferðaðist, hevði hon hitt tey í luftini, og onkran
hevði hon eisini tosað við. Tó var ein vera, sum serliga hevði hugtikið
Vitu. Tað var eingilin.
Ein dagin, Vita hevði sitið á einari átuligari blómu, hevði vindurin
tikið í veingir hennara. Áðrenn hon varnaðist nakað, lá hon skerf løt
á vøllinum. „Hvat hendi?“ spurdi hon seg sjálva. Tá hoyrdi hon eina
dreingjarødd aftan fyri seg: „Tað er eitt sindur av vindi í dag, so tú mást
ansa tær, Vita!“ Vita vendi sær á, og har stóð ein lýsandi vera. Ja, tað var
ein eingil.
Soleiðis fekk Vita ein nýggjan vin. Hetta var kanska eitt sindur
øðrvísi vinarband, tí nú hevði Vita fingið ein vin, sum eisini var ein
verndareingil. Hann æt Mika. Hann var ein gamal og spennandi eingil,
sum visti hópin av góðum søgum at siga. Men av tí at aldur ikki sæst á
einglum, sá Mika út at vera eini 10 ár.
Prát
• Hvat nýtt er hent við Vitu?
• Hvør er nýggi vinur hennara?
• Hvat er hann?
• Hvussu sær ein eingil út?
Einglar
Næmingarnir tekna einglar, soleiðis sum teir ímynda sær teir. Ímeðan
næmingarnir arbeiða, verður lurtað eftir tónleiki. Huglagið skal vera
róligt og sveimandi.
Tónleikur: „Mánaskyn Sonatan“ hjá Beethoven av f løguni
Vinir mínir
og eg.
Uppskot
Næmingarnir finna ymiskar myndir av einglum á snar.fo/vita. Teir
verða límaðir í loggbókina.
Lærarin tekur samanum – takk fyri í dag!