Page 21 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
19
Hvat er ein eingil
2. tími
Vert at vita
Orðið eingil merkir sendiboð. Eingil ella einglar verða ofta nevndir í
Bíbliuni, bæði í Gamla og Nýggja testamenti. Einglar verða tó ikki
nevnd­ir í Rutarbók, Esterarbók, Jákupsbrævi ella í brøvunum hjá
Jóhannesi.
Hóast lítið er um upprunan hjá einglunum í Bíbliuni, so lærir Bíblian,
at Gud hevur skapt bæði tað sjónliga og tað ósjónliga. „Tí at í honum
vórðu allir lutir skapaðir í himnunum og á jørðini, hinir sjónligu og
hinir ósjón­ligu, annaðhvørt tað eru hásæti ella harradømi ella máttir
ella vald. Allir lutir eru skapaðir við honum og til hansara.“ (Kolossu­
brævið 1,16)
Her eru nøkur skriftstøð, sum lýsa einglar:
Útsjónd
• „Kring hann stóðu seráfar, hvør teirra hevði seks veingir; við tveim­
um huldu teir andlitið, við tveimum huldu teir føturnar, og við
tveim­um hildu teir sær á f logi.“ (Jesaja 6,2)
• „Men útsjón hansara var sum snarljós, og klæði hansara hvít sum
fonn.“ (Matteus 28,3)
• „Og tær fóru inn í grøvina og sóu ein ungan mann sitandi høgru­
megin í síðum, hvítum klæðum, og tær ræddust.“ (Markus 16,5)
• „og hon sær tveir einglar í hvítum klæðum sita har, annan við
høvda­lagið og annan við fótalagið, har sum Jesu likam hevði ligið.“
(Jóhannes 20,12)
Einglar