Page 22 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
20
Ódeyðiligir
• „Tí at í uppreisnini hvørki gifta tey ella giftast, men tey eru eins og
Guðs einglar í himlunum.“ (Matteus 22,30)
Óteljandi
• „Ella heldur tú, at eg ikki kundi biðið faðir mín, so at hann nú í
stundini sendi mær meira enn tólv legiónir av einglum til hjálpar?“
(Matteus 26,53)
• „Men tit eru komnir til Sionfjallið og til stað hins livandi Guðs,
til hitt himmalska Jerúsalem, og til tíggju túsund av einglum“
(Hebreara­brævið 12,22)
• „Og eg sá, og eg hoyrdi rødd av mongum einglum allan vegin rundan
um hásætið og verurnar og hinar elstu, og talið á teimum var tíggju
túsund ferðir tíggju túsund og túsund ferðir túsund.“ (Opin­beringin
5,11)
Tænandi
• „Eru teir ikki allir tænandi andar, sum verða útsendir til hjálpar
teirra vegna, sum skulu arva frelsu?“ (Hebrearabrævið 1,14)
• „Men sjálvur helt hann (Elia) ferðini út í oyðimørkina; og tá ið hann
var komin eina dagsferð fram, settist hann undir ein gývilrunn. Tá
ynskti hann sær deyðan og mælti: „Nú er nóg mikið; tak nú, Harri,
lív mítt, tí at eg eri ikki frægari enn fedrar mínir!“ Síðan legði hann
seg og sovnaði undir gývilrunninum. Men sí, ein eingil nart við
hann og mælti: „Rís upp og et!“ Og tá ið hann leit seg um, sá hann
við høvda­lagið nýbakaða køku og bolla við vatni; hann fekk sær nú
at eta og drekka og legði seg aftur. Men eingil Harrans kom aftur og
nart við hann aðru ferð og segði: „Rís upp og et, tí at annars verður
leiðin tær ov long!“ Tá reis hann upp og fekk sær at eta og drekka;
og styrktur av hesum verði helt hann áfram í fjøruti dagar og fjøruti
nætur, til hann kom at gudsfjallinum Hóreb.“ (1. Kongabók 19,4-8)
Næmingarnir fara at hoyra brot úr bókini „Sum í spegil, sum í gátu“. Á
baksíðuni á bókini stendur m.a.: „Sum í spegil, sum í gátu“ er ein heit,
vøkur og opinskárað søga um at liva og doyggja. Søgan er um Silju,
sum er álvarsliga sjúk og útlit eru ikki fyri, at hon gerst frísk. Jólini eru
fyri framman, men hon orkar ikki at vera uppi. Hon skrivar tankar
sínar í kinesisku dagbókina, sum hon hevur fingið frá einum lækna á
sjúkrahúsinum. So við og við sær hon, at tá ið mamman, pápin og hini
ikki eru til staðar, er ein eingil hjá henni. Eingilin Áriel og Silja fara at
tosa saman. Silja roynir at fáa Áriel at avdúka himmalskar loynidómar,
og Áriel greiðir henni frá um lívsins gátur, og um, hvussu heimurin
er settur saman. Og Silja lærir hann, hvussu tað er at vera menniskja.
Samrøðurnar teirra millum f lyta Silju burtur frá sjúkrasongini og lyfta
lesaran inn í eina søgu, sum til tíðir er døpur, men ongantíð vónleys.