Page 23 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
21
Eitt ævintýr um deyðan verður til ein dreym um ódeyðiligleika, og fær
lesaran at fegnast og frøast um lívið her og nú.
Sangur: „Lat, o, Guð, tín einglaskara“ (SB 405) av f løguni
Vinir mínir
og eg.
Prát
Hugarok um einglar (sí síðu 6 og 7 í næmingabók við ymiskum mynd­
um av einglum):
• Hvat er ein eingil?
• Hvussu síggja teir út?
• Hvat gera teir?
• Hvussu eru teir?
Sum í spegil, sum í gátu
– brot úr bókini
Silja klárvaknaði. Tað var nátt. Húsið var púra kvirt. Silja læt eyguni
upp og tendraði lampuna uppiyvir seingini.
Hon hoyrdi eina rødd, ið spurdi: „Hevur tú sovið væl?“
Hvør var har? Eingin sat í stólinum framman fyri seingina. Heldur
eingin stóð á gólvinum.
„Hevur tú sovið væl?“ ljóðaði aftur.
Silja settist upp undir seg og hugdi seg í kring. So hvakk hon við.
Onkur sat í vindeygakarminum. Har var bara pláss fyri einum lítlum
barni, men Lassi var tað ikki. Hvør kundi tað vera?
„Tú skalt ikki verða bangin,“ segði tann fremmandi. Røddin var rein
og klár.
Hann ella hon var í hvítum kyrtli og berføtt. Silja hómaði eitt andlit
móti tí bjarta ljósinum úr trænum uttanfyri.
Hon gníggjaði sær eyguni, men tann hvítklædda veran sat har fram­
vegis.
Var tað genta ella drongur? Silja ivaðist, tí hann ella hon hevði ikki
so mikið sum eitt einasta hár á høvdinum. Hon gjørdi av, at tað var ein
drongur, men hon kundi eins væl havt gjørt av, at tað var ein genta.
„Kanst tú ikki bara siga, um tú hevur sovið væl,“ endurtók tann
løgni náttar­gesturin.
„Júeee … Men hvør ert tú?“
„Áriel.“
Silja gníggjaði sær eyguni aftur.
„Áriel?“
„Jú, Silja, tað eri eg.“
Hon risti við høvdinum: „Eg veit framvegis ikki, hvør tú ert.“
„Men vit vita nærum alt um tykkum. Tað er sum eitt spegl.“
„Sum eitt spegl?“