22
Hann bendi seg fram, og tað sá ikki mætari út, enn at hann hvørja
løtu fór at missa javnvágina og detta niður á skriviborðið:
„Tit síggja bara tykkum sjálvi. Tit síggja ikki tað, ið er hinumegin.“
Silja hvakk við. Tá ið hon var lítil hevði hon ofta staðið framman fyri
speglinum í baðirúminum og hugsað sær, at ein annar heimur var hinu
megin speglið. Onkuntíð hevði hon stúrt fyri, at tey, ið búðu har, sóu
ígjøgnum glasið og lúrdu, meðan hon snákaði sær. Ella enn verri: Hon
stúrdi fyri, at tey kundu loypa ígjøgnum glasið og brádliga standa inni
í baðirúminum.
„Hevur tú verið her fyrr?“ spurdi hon.
Hann nikkaði hátíðarliga.
„Hvussu slapst tú inn, meðni?“
„Silja vit sleppa inn alla staðni.“
„Babba plagar at læsa úthurðina. Og um veturin lata vit øll vind
eyguni aftur…“
Hann lætst ikki um vón.
„Sovorðið ger okkum ikki mun.“
„Sovorðið?“
„Ja, læstar hurðar og sovorðið.“
Silja hugsaði seg væl um. Tað var, sum hevði hon sæð ein film. Nú
spolaði hon filmin aftur og hugdi at honum eina ferð afturat.
„Tú sigur,
vit
og
okkum
, eru tit so nógv,“ spurdi hon gjøllari.
Hann nikkaði: „Heilt nógv, ja. Tampurin gongur!“
Men Silja tímdi ikki at gita gátur. Hon segði:
„Í allari verðini búgva fimm milliardir menniskju. Og eg havi eisini
lisið, at jørðin er fimm milliardir gomul. Hevur tú hugsað um tað?“
„Sjálvandi. Tit koma og fara.“
„Hvat segði tú?“
„Hvørt einasta sekund verða nøkur spildurnýggj børn rist úr jakka
ermu Guds. Hokus Pokus! Hvørt einasta sekund eru eisini nøkur menn
iskju, ið hvørva. Langt, langt rað er á, Silja út úr raðnum má…“
Hon ornaði um kjálkarnar.
„Tú kemur og fer sjálvur.“
Hann risti áhaldandi við tí lítla berskølluta høvdinum.
„Visti tú, at hetta einaferð var kamarið hjá abba tínum?“
„Sjálvandi. Men hvussu visti tú tað?“
Hann var farin at sletta við beinunum. Silja helt, at hann líktist eini
dukku.
„Hetta er so altíð ein byrjan,“ kunngjørdi hann.
„Við hvørjum?“
„Tú svaraði ikki, um tú hevði sovið væl. Men vit eru kortini byrjað.
Tað tekur altíð eina løtu at byrja.“
Silja andaði inn – og andaði tungliga út aftur. Hon segði:
„Tú svaraði heldur ikki uppá, hvussu tú visti, at hetta var kamarið
hjá abba.“
„Hvussu tú visti, at hetta var kamarið hjá abba,“ endurtók Áriel.