Page 25 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
23
„Júst so!“
Hann sletti og dandaði við beinunum.
„Silja, vit hava verið her síðani tíðarinnar morgun. Tá ið abbi tín var
lítil, lá hann eini heil jól í seingini við herviligum lungnabruna, og tað
var langt áðrenn nakar líknandi heilivágur var at fáa.“
„Vart tú eisini her tá?“
Hann nikkaði:
„Eg gloymi ongantíð hansara syrgnu eygu. Tey líktust tveimum
burtur­gloymdum fuglaungum.“
„Tveimum burturgloymdum fuglaungum,“ suffaði Silja.
Hon hugdi uppá hann og skundaði sær at leggja afturat:
„Men hann kom fyri seg. Hann bleiv púra frískur aftur.“
„Púra frískur, ja.“
Hann gjørdi eina kvika rørslu. Í næstu løtu hevði hann reist seg upp
í vindeyga-karminum og stóð so, at hann nærum fylti alt vindeygað. Av
tí sterka mótljósinum sá Silja framvegis ikki andlitið rættiliga.
Hvussu kláraði hann at reisa seg uttan at detta niður á skriviborðið?
Tað var, sum kundi hann ikki detta.
„Eg minnist eisini allar hirðarnar á markini,“ segði hann.
Silja hugsaði um tað, ið omman hevði lisið úr Bíbliuni.
Ærað verið Gudi í tí hægsta og friður á jørð og í menniskjum góður
tokki, endurgav hon. „Er tað tað, tú hugsar um?“
„Himmalsins herskari, ja. Vit vóru eitt stórt ýlikór.“
Prát
Næmingarnir práta út frá síðu 8 og 9 í næmingabókini.
Hetta veit eg um einglar
Næmingarnir skriva tað, teir vita um einglar.
Lærarin tekur samanum – takk fyri í dag!