24
Gabriel og Sakarias
3. tími
Vert at vita
Einglar verða nevndir við ymiskum heitum ella nøvnum. Gabriel og
Mikael verða beinleiðis nevndir við „fólkanøvnum“. Teir hava fingið
serligar uppgávur frá Gudi. Gabriel merkir Guds hetja ella tann mátt
mikli. Bíblian umtalar hann sum Guds boðbera (Dánjal 8,16; 9,21 og
Lukas 1). Mikael er ein himmalskur herleiðari, sum Gud sendi at boða
um síni lyfti og miskunn (Dánjal 10,14 og Opinberingin 12,7).
Aðrir einglar verða eisini nevndir við ymiskum nøvnum sum t.d. sera
far, kerúbar, himmalskir herskarar, Guds einglar og Guds tænarar.
Sangur: „Gakk tú tryggur fram við góðum treysti“ av f løguni
Vinir
mínir og eg.
Gabriel og Sakarias
– Lukas 1
Elisabet og Sakarias høvdu leingi biðið til Gud um at fáa eitt barn. Men
nú vóru tey so gomul, at tey væntaðu ikki, at Gud fór at geva teimum
barnið.
Sakarias var prestur. Brádliga kom ein eingil til Sakarias í templinum.
Eingilin segði við hann: „Ver ikki bangin, Sakarias, tí Gud hevur hoyrt
bøn tykkara, og tit skulu fáa ein son, og hann skal eita Jóhannes.“
Sakarias segði við eingilin: „Hvussu kann hetta vera satt? Bæði
Elisabet og eg eru alt ov gomul at fáa eitt barn.“ Eingilin svaraði: „Eg
eri Gabriel. Gud hevur sent meg út at bera tær hesi gleðiboðini. Men
afturfyri at tú ikki trúði mær, skalt tú ikki fáa tosað. Tú skalt vera
málleysur, inntil Jóhannes er føddur.“
Einglar