25
Uttan fyri templið stóðu nógv fólk og bíðaðu ótolin. Tá ið Sakarias
kom út, fekk hann ikki tosað og gjørdi tí tekin til teirra. Tey skiltu tá,
at hann hevði sæð eina sjón.
Nú varð Elisabet við barn. Hon takkaði Gudi fyri, at hon kundi
gerast mamma Jóhannes.
Tá Jóhannes var føddur, fekk Sakarias málið aftur, og eisini hann
takkaði Gudi fyri barn teirra, Jóhannes.
Prát
• Vóru tíðindini góð, sum eingilin kom við?
• Hvussu æt eingilin?
• Hava tit hoyrt hetta navnið fyrr?
• Kenna tit onnur einglanøvn?
• Hvat søgdu ella sóu tey, tá ið Sakarias kom út úr templinum?
Spæl
Git, hvat eg geri, sí spøl aftast í bókini.
Uppskot – Søga
Søguna, um tá ið eingilin kemur til Mariu, kenna næmingarnir frá
Vinir mínir og eg 1
.
Eingilin kemur til Mariu
Einaferð, fyri langari tíð síðani, ja, fyri meira enn 2000 árum síðani, var
tað ein drongur, sum æt Jósef og ein genta, sum æt Maria. Hesi bæði
skuldu giftast.
Ein dagin kom ein eingil, sum æt Gabriel, til Mariu og segði, at hon
fór at fáa eitt barn. Hon gjørdist bangin og segði við eingilin: „Eg havi
ikki verið saman við manni enn, hvussu skal eg fáa barn?“ Men eingilin
segði: „Gud fer at geva tær ein son, og hann skal nevnast sonur Guds.“
Tá ið Jósef varnaðist, at Maria, genta hansara, var við barn, gjørd
ist hann ógvuliga illa við og vildi ikki giftast við henni. Hann ætlaði
at rýma frá henni. „Kanska kundi hon f lutt heim aftur til foreldrini,“
hugsaði hann.
Meðan hann soleiðis sat og hugsaði um hetta, vísti ein eingil seg í
dreymi fyri honum. „Jósef, ikki vera bangin at gifta teg við Mariu“,
segði eingilin. Eingilin segði eisini, at barnið, sum Maria fór at fáa, var
sonur Guds. Maria fór at fáa ein son, og tey skuldu kalla hann Jesus, tí
hann skuldi frelsa fólkið. Jósef gjørdi, sum eingilin segði, og var verandi
hjá Mariu.
Lærarin tekur samanum – takk fyri í dag!