26
Einglar sum hjálpa
4. tími
Vert at vita
Hóast vit hóma eina ávísa skipan í stigum av einglunum í Bíbliuni, so
er hetta ikki nakað, sum Bíblian leggur stórvegis dent á. Men í seinni
siðvenju vóru Gabriel og Mikael sæddir sum hægstu einglarnir og undir
teimum eru m.a. kerúbar og serafar. Gabriel og Mikael eru fyrst og
fremst boðberar Guds, ið útinna vilja hansara.
Høvuðsendamálið hjá einglum er at tæna Gudi, bæði á himni og á
jørðini, heilt frá fyrsta degi jørðin varð skapað.
• Tá ið Ádam og Eva máttu út úr urtagarðinum, Eden, setti Gud
kerúbarnar við hinum glampandi logasvørði at verja vegin til lívsins
træ (1. Mós. 3,24).
• Ein eingil boðaði gamla Sakariasi, at hann skuldi fáa ein son og
nevna hann Jóhannes (Lukas 1,13).
• Eingilin Gabriel boðaði Mariu, at hon skuldi føða Guds son. (Lukas
1,19).
• Í jólaevangeliinum kom ein herskari av einglum til hirðarnar og
søgdu teimum, at Jesus var føddur (Lukas 2,13).
• Ein eingil kom til Jósef í dreymi og bað hann f lýggja undan Heródesi
og síðan aftur, tá tað var trygt at fara heim aftur til Nasaret (Matteus
2,13).
• Tá ið Jesus var freistaður í oyðimørkini av Sátani, vóru einglar har og
tæntu honum (Matteus 4,11).
• Tá ið Jesus stríddist í urtagarðinum í Getsemane styrkti ein eingil
hann (Lukas 22,43).
• Einglarnir boðaðu kvinnunum, at Jesus var risin upp (Lukas 24,
5-6).
• Einglar komu eisini til lærusveinarnar og boðaðu teimum frá, at
Jesus var farin til himmals (Ápostlasøgan 1,10).
Einglar