27
• Tá Jesus kemur aftur koma einglar við honum (Matteus 24,31).
• Einglar verja eisini menniskjuni í truplum støðum. Tvey dømi um
tílíka vernd standa í Dánjalsbók. Tað fyrra er, tá ið tríggir vinir hjá
Dánjali verða koyrdir í ein gløðandi ovn, tí teir ikki vildu níga fyri
kongi. Tá ið teir eru farnir inn, sær kongur, at har eru fýra menn í
ovninum og ásjón hins fjórða er eins og ásjón gudasonar (Dán 3,25).
Hann fór tá og bað teir koma útaftur. Teir so gjørdu og vóru ikki
skalaðir á nakran hátt.
• Seinna dømið er, tá ið Dánjal verður kastaður í leyvuhellið, tí hann
hevði biðið til Gud ímóti boði kongsins. Morgunin eftir kom kongur
út at vita, um Gud hevði verið mentur at bjarga Dánjal frá leyv
unum. Dánjal svaraði tá kongi: „Guð mín sendi eingil sín, og hann
múlabant ljónini, so at tey einki mein hava gjørt mær, við tað at eg
eri funnin sakleysur fyri honum og havi heldur ikki gjørt nakað
skeivt móti tær, kongur!“ (Dán. 6,23).
• Einglar siga eisini, hvat fer at henda í framtíðini. Ein eingil segði
við Paulus, tá ið teir vóru í havsneyð og allir væntaðu at doyggja:
„Óttast ikki, Paulus; fyri keisaran eigur tú at koma; og sí, Guð hevur
miskunnsamliga givið tær allar teir, sum eru í sjóferðini við tær.“
(Ápostlasøgan 27,24)
Sangur: „Tað er ein eingil, sum varðar meg“ av f løguni
Vinir mínir og
eg.
Prát
Næmingarnir verða spurdir, um teir kenna søgur úr Bíbliuni, har
einglar bera boð ella hjálpa.
Verndareingil
– Dánjal 6
Dánjal trúði á Gud og bað til hansara hvønn dag. Dáriusi kongi dámdi
væl Dánjal. Kongur setti hann at ráða í ríkinum næst sær. Hetta dámdi
ikki øllum, og f leiri royndu at finna okkurt at klaga Dánjal fyri. Hesir
vistu, at Dánjal bað hvønn dag til Gud. Teir bóðu Dárius gera eina
nýggja lóg. Um nakar í 30 dagar tilbað nakran gud uttan kong, skuldu
tey verða kastað fyri leyvurnar. Hetta dámdi konginum væl, og hann
skrivaði tí undir hesi boð.
Sjálvt um Dánjal hevði frætt um boðini, gjørdi hann, sum hann var
vanur. Hetta sóu menninir og skundaðu sær til kongin at siga honum
tað. Tá angraði kongurin, at hann hevði sett hesa lóg í gildi. Ímóti
sínum vilja mátti hann tungur í huga biðja vaktarmenninar taka Dánjal
og kasta hann í leyvuhellið.
Dagin eftir skundaði kongur sær út til leyvuhellið og rópti: „Dánjal!
Hevur Gud tín verið mentur at bjargað tær?“ Tá svaraði ein rødd: „Ja,