Page 30 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
28
tygara hátign, Gud mín sendi ein eingil, sum læt munnin á leyvunum
aftur, so tær ikki kundu gera mær nakað.“ Dárius var so glaður, at
Dánjal var á lívi. Hann setti lógina úr gildi og gav boð um, at øll skuldu
óttast tann Gud, sum Dánjal trúði á.
Klippa einglar
Næmingarnir gera hvør sín eingil (sí avrit aftast í bókini). Næmingarnir
kunnu taka eingilin heim við ella heingja hann uppi í skúlastovuni.
Harrans eingil
Næmingarnir fáa skriftstaðið: „Harrans eingil kring teir stendur, ið hann
óttast, og hann teimum bjargar“ Sálmur 34,8 (sí avrit aftast í bókini).
Teir prýða skriftstaðið og líma tað í loggbókina.
Uppskot
Lærarin lesur søguna um Pætur í fangahúsinum.
Eingilin bjargar Pæturi
– Ápostlasøgan 12,1-11
Heródes kongur fór illa við teimum kristnu. Honum dámdi tey so illa,
at hann hevði sett f leiri í fangahús og onnur hevði hann dripið. Tá ið
hann sá, at mongum jødum dámdu væl tað, hann gjørdi, helt hann
fram og tók eisini Pætur og setti hann í fangahús.
Heródes setti sekstan hermenn at vakja yvir honum nátt og dag.
Meðan Pætur sat í fangahúsinum, vóru vinir hansara heima og bóðu
fyri hon­um. Tey óttaðust, at Heródes fór at drepa Pætur.
Hesa náttina svav Pætur millum tveir hermenn, bundin við tveimum
leinkjum, og eisini vóru varðmenn uttan fyri dyrnar, sum hildu vakt
um fangahúsið. Brádliga kom ein eingil til Pætur. Ljós skein í fanga­
rúminum, og hann sló Pætur í síðuna og vakti hann og segði: „Skunda
tær, Pætur!“ Leinkjurnar fullu av hondunum og eingilin segði við hann:
„Gyrð teg, og lat teg í skógvar tínar!“ Hann so gjørdi. Og eingilin segði
við hann: „Kasta kappan um teg og fylg mær!“ Og hann fór út og fylgdi
honum. Pætur visti ikki, at hetta, sum eingilin gjørdi, var veruligt.
Hann helt seg síggja eina sjón. Men tá ið teir høvdu gingið fram við tí
fyrru og aðru vaktini, komu teir til tað jarnportrið, sum gongur út til
staðin. Jarnportrið lætst upp av sær sjálvum fyri teimum, og teir fóru út
um tað og gingu út. Tá fór eingilin frá honum. Og tá ið Pætur kom til
sín sjálvs, segði hann: „Nú veit eg av sonnum, at Gud hevur sent eingil
sín og bjargað mær úr hond Heródesar.“