Page 158 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
156
Jarðarferð
50. tími
Vert at vita
Í Lukas 23 stendur um, tá ið Jesus varð jarðaður: „Og sí, ein maður
var, ið æt Jósef; hann var ráðsharri, ein góður og rættvísur maður; og
hann hevði ikki samtykt í teirra ráði og verki; hann var úr Arimateu,
einum staði í Jødalandi, og hann væntaði Guðs ríki. Hesin maður fór til
Pilatusar og bað um likamið av Jesusi. Og hann tók tað niður, sveipaði
tað inn í línklæði og legði tað í eina grøv, høgda inn í klettin, sum
eingin hevði ligið í áður. Og tað var atfangadagur, og hvíludagurin var í
hond­um. Og tær kvinnurnar, sum vóru komnar við honum úr Galileu,
fylgdu eftir, og tær sóu grøvina og hvussu likam hansara varð lagt. Tær
fóru so avstað aftur og gjørdu til angandi urtir og smyrsl; og hvíludagin
hildu tær sær í kvirrum eftir lógini.“
Á Jesu døgum vóru gravir høgdar í klett, og tá ið tann deyði varð lagdur
í grøvina, settu tey ein stóran stein fyri gravarmunnan. Tá var vanligt,
at deyða likamið varð salvað við olju og sveipað í línklæði. Myrra og
aðrar vælangandi salvur vórðu brúktar. Hetta fingu kvinnurnar tó ikki
stundir til at gera við Jesu deyða likam, tí hann doyði fáar tímar áðrenn
sabbat, sum er ein halgidagur og hvíludagur. Sabbatsboðini, um at
eingin skuldi arbeiða, vóru galdandi frá fríggjadegi kl.18.00. Tí máttu
tær bíða til sunnumorgunin.
Í Føroyum er kirkjugarður í næstan øllum bygdum. Her verða tey
deyðu grivin. Tá ið fólk eru deyð, verða tey vaskað og latin í líkklæði.
Síðani verða tey løgd í eina kistu. Áðrenn lokið verður skrúað fast,
verður vanliga hildin andakt, har familjan og avvarandi syngja og/ella
biðja. Síðani verður kistan kórsett í kirkjuna ella samkomuhúsið. Kistan
verður standandi til jarðarferðina, sum vanliga er 3. dagin eftir deyða.
Kirkjan