Page 159 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
157
Jarðar­ferðin verður hildin í kirkjuni/samkomuhúsinum. Tá verður
kistan koyrd út í kirkjugarðin, har kistan verður sett niður í eina grøv.
Grøvin er tá eitt stað hjá avvarandi at koma, at leggja blómur, tendra
ljós ella bara koma á vitjan fyri at minnast tann deyða.
Hóast tað er torført at missa ein kæran og kenna sorg, pínu og sakn, so er
deyðin ikki tað seinasta í kristnari trúgv. Kristin trúgva, at deyðin ikki
er endin, men vónin um at tey deyðu hava eina uppreisn hevur stóran
týdning. Hetta sæst t.d. aftur tá ið presturin, við endan á jarðarferðini
kastar mold niður á kistuna og sigur: „Av mold ert tú komin, at mold
skalt tú verða, og úr mold skalt tú aftur standa upp.“
Sangur: „Prelude í Dm, J.S. Bach“ av f løguni
Vinir mínir og eg
verður
spælt meðan lærarin lesur søguna.
Vit fara í kirkju
– Brot úr bókini
Omma Katrinar var deyð, og í dag triðja dagin eftir, varð jarðarferð
hennara. Katrin, foreldrini og onnur næstrafólk sótu næst kistuni, sum
stóð inni í stovuni. Sangarar og berarar vóru einsini komnir innar, og
prestur helt andakt.
Nógv at teimum, ið komin vóru at fylgja, fóru eftir gomlum
føroyskum siði fram til kistuna og løgdu hondina á lokið, meðan tey í
tøgn frambóru sína seinastu heilsan.
Undir sálmasongi varð kistan borin í kirkjuna, og líkskarin fylgdi í
tøgn. Kirkjan var vakurt skrýdd við blómum, og rundan um kistuna og
út eftir gólvinum lógu kransar. Urgan byrjar at spæla eitt koralforspæl
av Bach.
Tá ið fyristi sálmurin „Nú sólin aftanfyri fjall“, varð sungin, kom
prestur fram á kórsgáttina: „Náði veri við tykkum og friður frá Gudi,
faðir várum og Harranum Jesusi Kristi.“
„Ber ei ótta, tú fylgi lítla, tí at væl hevur tað líkað faðir tykkara at
geva tykkum ríkið“ Lukas 12, 32
Út frá hesum skriftorði í Lukasar evangelium talaði so prestur. At
enda lýsti hann Guds frið yvir hana, sum nú stóð undir børu, bað Gud
signa og styrkja tey, ið stóðu henni nær, og hjálpa øllum at liva so, sum
Gud vil hava okkum at vera, so at vit einaferð aftur kunnu finnast hjá
honum í teimum ævigu bústøðunum. Prestur endaði taluna við hesi
heilsan úr Guds orði: „Várs Harra Jesu Krists náði, kærleiki Guds og
samfelag Heilaga Andans veri við okkum øllum.“ Amen.
Sálmurin „Um morguntíð og so á kvøldi síðla“ varð síðan sungin.
Prestur, sum nú stóð framman fyri altarinum, vendi sær móti kirkju­
fólkinum og lýsti signingina.
Meðan seinasta ørindið av sálminum „Jesus til várt sálagagn“ varð
sungið, varð kistan borin út.