158
Nú fór kirkjuklokkan at ringja, og henda seinasta heilsa í kirkjuni
ljóðaði, líka til kistan varð sett í grøvina.
Kartin legði til merkis, meðan tey gingu út í kirkjugarðin, at fólk,
ið møttu líkskaranum, steðgaðu á og stóðu still, inntil skarin var farin
framvið, og menn tóku húgvuna av høvdinum, fyri soleiðis at vísa tí
deyða heiður.
Tá ið líkskarinvar komin í kirkjugarðin, var kistan sett á gravarbakkan,
meðan sungið varð „Dagur seinkar setir sól“. Síðan varð kistan sett
niður í grøvina.
Kistan var, sum siður er, sett soleiðis, at andlitið á tí deyða vendi
eystureftir móti rísandi sól. Frá fyrndini hevur hugsanin verið tann, at
tá ið Jesus Kristus kemur aftur, kemur hann í eystri, og tey deyðu skulu
rísa upp og standa andlit til andlits við hann. Prestur fór yvir til ta opnu
grøvina og segði: Lovaður veri Gud og faðir várs Harra Jesu Krists, sum
eftir miklu miskunn síni hevur endurføtt okkum til livandi vónar fyri
uppreisn Jesu Krists frá deyðum!
Hann kastaði mold tríggjar ferðir á kistuna, meðan hann segði:
Av mold ert tú komin.
At mold skalt tú verða.
Úr mold skalt tú aftur standa upp.
So hevjaði hann armarnar og lýsti signingina. Faðirvár varð biðið, og
at enda varð sungið „So siga vit nú hvørjum øðrum farvæl“.
Prát
• Hava næmingarnir verið til jarðarferð ella møtt einum líkskara?
• Kendu teir nakað aftur í søguni?
• Hvussu sær ein grøv út?
• Hvør munur er á eini grøv á Jesu tíð og í dag?
• Ein grøv er eisini ein minnisvarði. Hvørjar minnsivarðar kenna
næmingarnir?
• Hvørjar ímyndir eru í kirkjugørðum?
• Hvat ímynda tær?
• Kenna næmingarnir aðrar søgur um deyða ella jarðarferð?
Uppskot
Lærarin lesur brot úr bókini „Leyvan, gívurin og klædnaskápið“, C. S.
Lewis. Ævintýrið „Leyvan, gívurin og klædnaskápið“ er um tey fýra
børnini, sum fóru ígjøgnum eitt klædnaskáp og funnu landið Narnia. Í
Narnia er kalt, har er altíð vetur, tí ónda gívurin hevur ræði har. Ein av
børnunum, Edmund, verður lokkaður við góðgæti. Gívurin er so snild,
at hon fær lokka Edmund so, at hann at enda ikki er førur at bjarga sær
sjálvum.