Page 161 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
159
Aslan býr eisini í Narnia. Hann er góður og er tann einasti, sum kann
bjarga Edmundi. Tó má hann ofra lív sítt fyri at bjarga honum. Aslan
fer einsamallur í deyðan, tvær av gentunum – Susan og Lovisa – fylgja
honum, men goyma seg, ímeðan ónda gívurin og tænarar hennara taka
lívið av Aslan – tí stóru leyvuni. Fyri hesi børn var øll vón úti. Tey skiltu
als ikki hví Aslan skuldi doyggja.
Vit koma inn í ævintýrið júst sum Aslan er deyður:
Leyvan, gívurin og klædnaskápið
– brot úr bókini hjá C. S. Lewis
Deyði Aslans elvdi teimum slíka sorg, skomm og andstygd … har lá
leyvan deyð og niðurbundin. Tær løgdust á knæ í tað váta grasið og
kystu Aslan á tað kalda ennið og struku tann vakra feldin og grótu og
grótu seg máttleysar. So hugdu tær hvør upp á aðra og tóku í hendurnar
á hvør aðrari, tí tær kendu seg so óendaliga einsamar og fóru aftur at
gráta og góvust so og tagnaðu. At enda segði Lovisa: „Eg orki ikki at
síggja hatta keglið longur. Ber til at loysa tað av honum.“… Tá ið tær
sóu ásjón hansara við ongum kegli, fóru tær aftur at gráta og kystu og
kíndu honum og turkaðu blóðið og froðuna burtur, so frægt tær fingu.
Alt kendist so einsligt, so fánýtt og ræðuligt, at eg dugi ikki at siga frá
tí … „Kanska áttu vit eisini at loyst hann úr bondunum við?“ … Aslan
var líkari sær sjálvum við ongum bondum … Inni í skóginum aftan
fyri tær fór ein fuglur at láta. Tað hevði verið deyðakvirt so leingi, at tær
hvukku við. Ein annar fuglur læt aftur ímóti. Skjótt hoyrdist fuglaljóð
úr øllum ættum. Tað var einki at ivast í, at nú var dagur og náttin
at enda. „Eg eri ísakøld,“ segði Lovisa. „Eg við,“ segði Súsanna, „lat
okkum spáka eina løtu.“
… tær gingu uttan steðg frá Aslan og út á eggina … og royndu
at fáa hita í kroppin. Men tær vóru øgiliga móðar í beinunum … Í
somu løtu var ein ræðuligur gangur – buldur og brak … steinstallurin
(altarið, sum Aslan var dripin á) var brotnaður, klovnaður, allur sum
hann var, og ongastaðni sást Aslan. „Á, á, á“, hvinu systrarnar og lupu
yvir at stallinum aftur. „Tað er nógv fyri,“ kvinkaði Lovisa, „fyrr enn
ikki kundu tey latið líkið fingið frið.“ „Hvør hevur gjørt hetta?“ rópti
Súsanna, „Hvat merkir hetta? Er hetta gandur?“ „JA“, segði ein toru­
rødd aftan fyri tær. „Tað er rúnargandur“. Tær hugdu aftur um bak, og
har stóð Aslan í ljóm­anum av morgunsólini, størri enn tær nakrantíð
høvdu sæð hann áður … „Á, Aslan!“ róptu tær við ein munn og stardu
at honum í senn ræddar og glaðar. „Ert tú ikki deyður, meðni, góði
Aslan?“ segði Lovisa. „Ikki longur,“ segði Aslan … „Á, tú ert veruligur,
tú ert til. Á, Aslan,“ rópti Lovisa, og báðar lupu um hálsin á honum
og kystu hann aftur og aftur. Her byrjar sigursferð teirra, ímóti óndu
gívrini.