Page 163 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
161
Kirkjugarður
51. tími
Vert at vita
Flestu gravir hava ein gravstein sum vísir, hvør er grivin har. Ofta er
eitt skriftstað ella ein heilsan sum „Hvíl í friði“ skrivað á gravsteinin. Í
einum kirkjugarði eru nógvar ímyndir til dømis:
• krossar
• dúgvur
• rósur
• einglar
• fuglar
• ljós
• hjørtu
Næmingarnir fáa avritssíðu „Eg vitji kirkjugarðin“, sí avrit aftast í
bókini.
Hetta skal næmingurin hyggja eftir, tá ið vitjað verður í kirkjugarðinum:
• Finn fimm ymiskar gravsteinar. Hvat stendur á hesum gravsteinum:
føddur, deyður, heilsan ella skriftstað.
• Eru ímyndir á gravsteinunum?
Lærarin savnar pappírini inn, áðrenn farið verður aftur í skúla.
Farið verður aftur í skúlan – takk fyri í dag!
Kirkjan