162
Hvat funnu tit í kirkjugarðinum?
52. tími
Vert at vita
Sí
vert at vita
til 50. tíma um jarðarferð.
Sangur: „Nú sólin aftan fyri fjall“ av f løguni
Vinir mínir og eg.
Prát
• Hvat funnu tit í kirkjugarðinum?
• Hvussu kendist tað at ganga har?
• Kendu tit nakran?
Eg vitji kirkjugarðin
Næmingarnir líma avritssíðuna, sum teir fingu seinasta tíma, í logg
bókina.
Gud og eru vinir
– brot úr bókini
Telefonin ringdi á miðjari nátt. Julia hoyrdi, at mamman sprakk upp
og tók hana, men mamman tosaði so spakuliga, at Julia skilti ikki, hvat
hon tosaði um. Kanska bilti ommu okkurt. Omma lá á sjúkrahúsinum
í býnum, og mamman hevði sagt, at hon var sjúk í hjartanum. Hon
kundi doyggja, so sjúk var hon.
Mamman hevði vitjað hana á sjúkrahúsinum heilt ofta. Onkuntíð
hevði hon verið har um náttina eisini; men í nátt mátti hon vera heima
og sova. Nú var tað Ida mostir, sum sat hjá ommuni, og Ida mostir
hevði sagt, at hon skuldi ringja, um okkurt var áfatt.
Kirkjan