163
Beinan vegin Julia vaknaði um morgunin, vildi hon hava at vita,
hvør tað var, ið hevði ringt.
„Tað var Ida mostir, sum ringdi av sjúkrahúsinum, „ segði mamman
stillisliga. „Omma er … Omman er farin til himmals.“
„Er hon deyð?“
„Hmm. Hon doyði klokkan hálvgum tvey í nátt. Tá komu einglarnir
eftir henni. Nú er hon í himlinum, hjá Jesusi.“
Julia helt, at tað var gott at hugsa sær, at hon átti eina ommu, sum
visti, hvussu Jesus sá út. Í gjár hevði omman tosað bæði við mammuna
og Idu mostir. So gekk bara ein nátt. So kundi hon ganga í himlinum
og tosa við Jesus og einglarnar.
Julia helt, at hon í veruleikanum kendi ikki ommuna so heilt væl.
Tað var tí, at omman ikki kendi hana. Omman kendi Idu mostur og
mammubeiggja og mammuna, tí tey vóru børn hennara. Men hon helt,
at øll onnur vóru fremmand, og at hon aldri hevði sæð tey fyrr. Hvørja
ferð Julia og mamman komu at vitja ommuna, plagdi hon at spyrja:
„Hvør er handa lítla gentan?“
„Hatta er dóttir mín,“ plagdi mamman at svara. „Hatta er Julia.“ So
spurdi omman, hvussu Julia æt, og hvussu gomul hon var. Julia svaraði,
at hon æt Julia Antonsen, og at hon var næstan sjey ár.
„Á, so.“ Segði omman. Men beint aftaná spurdi hon av nýggum
aftur: „Hvør er tað, ið tú hevur við tær í dag, Anna“ Hvør er handa lítla
gentan?“ So spurdi hon aftur, hvussu Julia æt, og hvussu gomul hon var,
og hvussu hon æt ( … )
Einaferð hevði Julia spurt ommuna, hvussu hon æt, og hvussu gomul
hon var. Tá hevði omman svarað, at hon mintist ikki.
Omman mintist næstan einki, og tað var tí, at hon var gomul, og
høvdið var so uppslitið. Hon var serliga uppslitin, har minnið var. Tí
mintist hon ongantíð, at hon ofta hevði sæð Juliu, og at Julia var barnið
hjá mammuni.
„Tú mamma,“ segði Julia, „er omman uppslitin í høvdinum eisini nú,
hon er í himlinum?“
„Nei, nei,“ segði mamma, „har er hon heilt frísk.“
„Man hon minnast, at eg eiti Julia nú?“
„Tað man hon vist.“
„Sær hon meg eisini?“
Julia hevði hug at spyrja um mangt annað eisini. Um omman var
vorðin ein veruligur eingil. Um hon dugdi at f lúgva … um omman
kundi drekka kaffi og eta sukurkringlur í himlinum ( … ) um omman
var gomul enn, ella hon var vorðin ung aftur …
Men so kom Emma og segði, at kettan hjá frú Abrahamsen hevði
lagt, so tað var rímiligt, at hon mátti renna avstað og síggja teir.
Tá ið Julia kom heim aftur, hevði mamman fingið vitjan. Ida mostir
og maður hennara, Even, og Sámal mammubeiggi sótu inni í stovuni
og drukku kaffi saman við mammuni. Julia sá tey gjøgnum lyklaholið í
hurðini. Mamman sat í ruggustólinum við vindeygað. Sámal mammu