164
beiggi sat í leðurstólinum við bakinum móti hurðini. Ida mostir og
Even sótu í sofuni. Og øll tosaðu um ommuna.
„Nú er hon óivað komin í kapellið,“ segði Ida mostir. „Fólkini hava
jarðarferðarskrivstovuni skuldu koma eftir henni fyrrapartin.
„So hugsi eg, at tey leggja hana í kistuna longu í kvøld,“ segði Sámal
mammubeiggi. Og so fóru tey at tosa um, hvussu kistan var, og hvør
skuldi bera, tá ið hon fór til gravar.
Julia stóð uttan fyri hurðina og hoyrdi alt samalt. Nú skilti hon, at
mamman mundi hava logið fyri sær. Tað vóru fólkini av jarðarferðar
skrivstovuni, sum høvdu verið eftir ommuni. Ikki einglarnir. Omman
var heldur ikki í himlinum, hon var í kapellinum. Onkur skuldi leggja
hana í eina hvíta kistu við gyltum handtøkum, og so skuldu tey grava
hana í kirkjugarðinum.
Julia kendi seg illa. Hon visti ikki hvussu. Hon visti bara, at hon
aldri, aldri fór at verða glað aftur.
Tað var um kvøldið, og mamman og Julia høvdu biðið kvøldbøn. Nu
stóð hon við songina og skuldi siga góða nátt.
Men hon segði ikki góða nátt. Hon rætti hondina fram og streyk
Juliu um hárið.
„Hvat bagir, góða?“ spurdi hon.
Julia nikkaði. Hon var bleik, og varrarnar vóru smalari enn vanligt.
„Hevur tað verið keðiligt í skúlanum?“
Julia risti við høvdinum.
Ert tú illa við, tí at omma er deyð?“
Mamman talaði spakuliga, og hon var mild.
Julia rørdi seg ikki. Tað var ikki tað, ið bagdi. Ikki tað, at omman var
deyð. Hon var so illa við, at mamman hevði logið fyri sær. Julia hevði
verið so púra viss í, at omman var í himlinum. Og so var tað ikki satt!
Omman var í kapellinum. Onkur skuldi grava eitt djúpt, stórt hol í
kirkjugarðinum, og har skuldi omman vera. Í tí holinum. Síðan skuldu
tey skumpa mold út yvir, og eftir tað sá eingin ommuna longur …
„Omman hevur tað gott nú,“ troystaði mamman.
Julis reistist. „Gott!“ skríggjaði hon. „Omma man hava tað gott, tá ið
hon er grivin niður í jørðina!“
„Hvør er tað, ið sigur, at omman skal gravast niður í jørðina?“
„Tað hevur tú sjálv sagt, tú og Ida mostir og Sámal mammubeiggi!
Tú helt ikki, at eg hoyrdi tað, ið tit tosaðu um; men tað gjørdi eg. Eg
hoyrdi alt samalt! Og eg veit væl, hvat tit ætla at gera við ommuna.“
Mamman setti seg.
„Tað er ikki soleiðis, sum tú heldur, Julia. Vit hava bert brúkt býtt
og skeiv orð. Tað er ikki omman, ið skal verða grivin í kirkjugarðinum.
Bert kroppur hennara.(…)
Julia kendi á sær, at nú gjørdist hon glað aftur, glað og svøvntung.
Hon lá við afturlatnum eygum og smíltist. Tað var gott at hugsa sær,