Page 168 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
166
Páskaímyndir
53. tími
Vert at vita
Páskir merkir upprunaliga at fara fram við og minnir okkum um søg­
una í 2. Mósebók, tá ið deyðans eingil fór framvið, har blóð varð smurt
á dura­stavin. Páskirnar hava verið hátíðarhildnar frá tí ísraelsfólk vóru
førd út úr Egyplandi. Hetta er ein av stóru høgtíðunum hjá jødunum.
Kristin halda páskir til minnis um Jesu deyða og uppreisn.
Vikan undan páskunum verður kallað Dimbuldagavikan. Hesir dagar
í dimbuldagavikuni verða hátíðarhildnir:
• Sunnudagur – Pálmasunnudagur
• Hósdagur – Skírisdagur
• Fríggjadagur – Langi fríggjadagur
• Sunnudagur – Páskadagur
Fleiri ímyndir eru knýttar at páskunum. Í hesum partinum verða hesar
ímyndir umrøddar: lambið, páskaliljan, krossurin og eggið. Ein ímynd
er ikki tengt at máli, bókstavum ella skrivaða orðinum. Uttan at duga
at lesa, kunnu næmingarnir skilja, hvat ímyndin sigur. T.d. er krossurin
ímyndin av kristnu trúnni, á vatnkrananum er blátt kalt og reytt heitt,
ein kringla er bakarí og ferðsluskelti eru eisini ímyndir.